- Margaret Thatcher, your boys took a hell of a beating
Hesi eru nøkur av víðagitnu orðunum hjá legendariska NRK-frásøgumanninum Bjørge Lillelien. Tey eru endurtikin ofta seinastu dagarnar, sum klippið er farið í umferð, í sambandi við at Ongland og Noreg skulu spæla HM-fjórðingsfinaluna.
Orðini vórðu fyrstu ferð søgd 9. september 1981, tá Ongland vitjaði í Oslo, og Noreg á fyrsta sinni vann á júst Onglandi. Hetta var í undankapping til HM 1982, har Åge Hareide, sáli, var ein av spælarunum.
Fótbóltsins móðurland hevði tá nógvar stórar profilar, og fimm ár á rað hevði eitt lið úr Ongland vunnið Europa Cup fyri meistaralið (seinni Champions League)
Alskurin til enskan fótbólt var longu tá stórur í Noreg. Besta enska deildin sást longu í norskum sjónvarpi frá 1969, og tá staðfest var, at Ongland fór av Ullevaal við ongum, gjørdi Lillelien, sáli ikki lítið av.
Sí kenda videobrotið ovast ella á Youtube
Í undankappingini til HM í 1994 átti Noreg stóran leiklut í, at Ongland ikki spældi seg víðari. Liðið hjá Egil "Drillo" Olsen spældi javnleik á Wembley og vann á Ullevall.
Ein rúgva av norskum spælarum settu eisini dám á Premier League og Champions League í nítiárinum, og eftir ein norskan fótbóltsniðurtúr ein góðan part av hesari øldini, er Noreg aftur:
Nú á fyrsta sinni millum átta tey bestu í heiminum, og tveir teir størstu profilarnir hava verið profilar á Premier League-vinnandi liðnum seinastu árini: Martin Ødegaard í Arsenal (liðformaður) og Erling Braut Haaland í Manchester City (toppskjútti)
Les eisini: Størsti dysturin í norskari fótóltssøgu byrjar klokkan 22
--------------------------------------------
HM-fjórðingsfinalurnar:
Í dag, leygardagin 11. juli
22.00: Noreg - Ongland - Miami (TV2 í Danmark og TV2 í Noreg vísa dystin/TV2 Play)
Í nátt, sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis - Kansas City (DR1/DT TV og NRK)
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0
66' Ousame Dembelé 2-0
Les eisini: Mbappé og teir syftu Marokko
Í gjár, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia 2-1 (1-1)
30' Fabian Ruiz 1-0
41' Charles de Ketelaere 1-1
88' Mikel Merino 2-1
Sí eisini: Mikel Merino sendi aftur sendi aftur Spania víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald