Fótbóltur

Video: Tað er eitt mark fyri hvat man kann siga við so stórari ábyrgd

Vertsleikluturin má vera greiður. Hetta er eitt slag av "wakeup-call" fyri tey, sum arbeiða við miðlum í Føroyum, varð ført fram í Fótbóltsskýlinum á FM1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-12 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vertsleikluturin má vera greiður. Tú kanst ikki blanda tínar egnu holdningar uppí tín leiklut sum vertur, tá tú hevur sending. Um tú ger tað, so brýtur tú nakrar fjølmiðlaetiskar leiðreglur.

Tað førdi Ronnie Thomassen fram í Fótbóltsskýlinum á FM1 seinnapartin. Hann var gestur saman við Áka Johansen.

Í sendingini varð samrøða við Magnus Dam, kringvarpsstjóra, gjørd. Kringvarpið hevur nevniliga gjørt nakað so óvanligt sum at senda Fótbóltssambandinum eina umbering og eisini tikið brot burturúr Fótbóltspráti, sum varð sent í KvF 1. september 2025.

Hetta staðfestir, at tað er eitt mark fyri nú, hvat ein kann loyva sær at siga sum vertur.

Fótbóltsskýlið verður sent beinleiðis á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 16.

Hoyr alla sendingina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder