Fótbóltur

Video: VÍF tryggjaði sær sigurin í síðstu sekundunum

Ein minuttir eftir og javnleikur 31-31. H71 brennir meðan VÍF tekur av møguleikanum, og leggur seg á odda í bestu deildini við seks stigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-13 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: VÍF)

VÍF fekk bæði stigini í oddadystinum móti H71, men tað var ikki fyrr enn í allar seinasta minuttinum, at dysturin bleiv avgjørdur, tá Agnas Olsen smekkaði bóltin í netið til støðuna 32-31, sum eisini gørdist úrslitið.

Talan var um ein javnan dyst, og støðan í hálvleikinum var 13-13.

[object Object]Liljan Djurhuus (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF kom betri frá byran í seinna hálvleiki, og var eitt skifti á odda við fýra málum. Hoyvíkskvinnur ótu seg spakuliga inn á leiðsluna hjá vestmannakvinnum, og tá ein minuttur var eftir var javnt 31-31.

[object Object]Marita Mortensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 fór í álop, men megnaði ikki at fáa mál. Hinvegin tók VÍF av, og avgørdi dystin. 32-31, og harvið tvey stig til vestmannakvinnur í oddastríðnum, har tær nú hava 20 stig. Heili seks stig eru niður til H71 á øðrum plássi.

Fyrr í dag leiktu tvey tey niðastu liðini á stigatalvuni. Tað var eingin ivi á Skála; Stjørnan helt StÍF til bert fimm mál í 1. hálvleiki, og útiliðið vann við tíggju málum.

VÍF - H71 32-31 (13-13)
Toppskúttar: Liljan Djurhuus 14 mál, Marita Mortensen 9 mál

StÍF - Stjørnan 24-34 (5-14)
Toppskjúttar: Erla Jansdóttir 8 mál, Sonja Lava Sirdal 7 mál

Støðan í SMS-deildini:
1. VÍF (20 stig)
2. H71 (14 stig)
3. Neistin (13 stig)*
4. Kyndil (13 stig)*
5. Stjørnan (9 stig)
6. StÍF (1 stig)

*Ein dyst færri

 

Sí myndir frá dystinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder