Óli Mittún gjørdi aftur bart í gjárkvøldið, tá hann gjørdist toppskjútti í 34-28 sigrinum hjá Sävehof á kroatiska Nexe.
Umframt málini spældi 18-ára gamli hoyvíkingurin ógvuliga væl. Nummar 78 fekk sett spælið væl upp, og sum tað sæst á hæddarpunktunum omanfyri, tók Óli sakina í egnar hendur í nøkrum førum; millum annað tá armurin hjá dómaranum var uppi.
Les meira: Óli Mittún greiður toppskjútti í evropeiskum sigri
Tíverri hevur EHF-síðan ikki lagt út hæddarpunkt frá hesum dystinum, men IK Savehof hevur millum annað nøkur mál hjá Óla her - sæst eisini ovast í greinini.
Týsdagin 26. mars og týsdagin 2. apríl skulu Sävehof og Óli Mittún spæla um pláss í fjórðingsfinaluni. Kravið er at vinna samanlagt á Hannover-Burgdorf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald