Fótbóltur

Viera fingið sekkin

Crystal Palace hevur ongan dyst vunnið í 2023 og hevur nú bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna. Harvið hevur helmingurin av liðunum í Premier League skift høvuðsvenjara í 2018.

2023-03-17 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann tók við á sumri í 2021, og fraklendingurin, við glæsiligu fortíðini í deildini og í London sum spælari, leiddi Crystal Palace til eitt 12. pláss.

Liðið er í løtuni á einum 12. plássi, nú ellivu umfør eru eftir av Premier League, men uppsøgnin av Patrick Viera í morgun skal síggjast í ljósinum av gongdini seinastu tíðina hjá Palace.

Eftir HM-steðgin hevur liðið spælt 14 dystir og bert vunnið ein. Tað var gamlaárskvøld á útivølli móti Bournemouth. Harvið hevur London-felagið ongan dyst vunnið í ár - í tólv dystum - bert skorað fimm mál og er komið í veruligt niðurflytingarstríð.

[object Object]
Umframt hesar dystirnar í Premier League varð Crystal Palace sligið út úr FA Cup (Mynd: Sky Sports)

Palace hevur tapt tríggjar seinastu dystirnar 1-0 og hevur ikki skorað fýra dystir á rað. Dysturin móti Manchester City leygardagin var tann triðji á rað, har liðið hjá Patrick Viera ikki hevði eitt skot á mál, og ein slíkur stimi hevur ikki verið í Premier League seinastu tjúgu árini.

Tapið fyri Brighton, ið er eitt slag av arvafígginda, mikukvøldið gjørdist seinasti dropin.

- Tað harmar okkum nógv at taka hesa truplu avgerð. Men tá tað kemur til alt, so hava úrslitini seinastu mánðirnar sett okkum í eina ótrygga støðu í deildini, og vit føldu, at ein broyting var neyðug fyri at geva okkum best møguleika at halda okkum í Premier League. Tað er tó eingin ivi um jaligu ávirkanina hjá Patrick, síðani hann kom her á sumri 2021. Hann hevur mína størstu virðing, eins og tí hjá øllum hansara starvsfeløgum

Soleiðis sigur formaðurin í Crystal Palace Steve Parish í viðmerking í samband við uppsøgnina. Nú roynir felagið at finna ein nýggjan venjara - fleiri aðrir úr venjaratoyminum fara við Viera. Næsta uppgáva hjá Palace er á útivølli móti oddaliðnum Arsenal sunnudagin. Síðani koma ein rúgva av lykladystum í tætta bornstríðnum.

Hendan uppsøgnin merkir, at helmingurin av Premier League-feløgunum nú ikki hevur sama høvuðsvenjara, sum tá kappingarárið byrjaði. Yvirlitið sæst niðanfyri - av hesum er tað bert Graham Potter, ið ikki er uppsagdur. Eftir at Thomas Tuchel fekk sekkin í Chelsea, endaði Potter har, og Roberto De Zerbi tók yvir í Brighton.

[object Object] Yvirlit: Football Transfers 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder