Hondbóltur

VÍF fekk veruliga spenning í uppgerðina

Vestmenningar vunnu seinna dystin við fýra málum og vóru á odda við seks málum, og einaferð sjey málum, í 2. hálvleiki. Westwien vann tó við trimum málum samanlagt. H71 er eisini úti av European Cup.

VÍF stríddist veruliga fyri tí og vann 34-30 . H71 tapti 34-30 (Mynd: VÍF/Andrei Antal)

VÍF stríddist veruliga fyri tí og vann 34-30 . H71 tapti 34-30 (Mynd: VÍF/Andrei Antal)

2024-10-19 21:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein tungan seinna hálvleik í fyrra dystinum í gjár og eitt tap á sjey mál, var tað ein stór uppgáva, sum bíðaði vestmenningum í kvøld. VÍF megnaði tó at fáa stóran spenning í, og fólk sótu á nálum gjøgnum seinna hálveik. Tað rakk tó ikki til víðari luttøku.

Tað leikaði javnt á gjøgnum fyrra hálvleik, men móti endanum gjørdu vestmenningar eitt hál og vóru á odda við trimum í steðginum.

Álopsspælið var væl meira effektvt í kvøld enn í fyrra dystinum og serliga Dánjal Ragnarsson (10 mál) og Andrias Eriksen (7 mál) vóru í hopla. 

VÍF tók sanniliga góðu gongdina við í 2. hálvleik. Westwien byrjaði við at minka um munin, men so skoraði heimaliðið fimm mál á rað. Harvið var +7 til VÍF og púra javnt samanlagt.

Alt riggaði hjá VÍF hesa fyrstu løtuna, men hetta var eisini einastu ferð, at tað var javnvág í. Stórur spenningur var restina av dystinum, tí ofta var munurin um fimm mál á degnum, og tað var eisini +6 til VÍF tríggjar rímiliga seint í dystinum.

Útiliðið skoraði tó trý av teimum seinastu fýra dystunum, og steypavinnararnir úr Eysturríki kundu kenna seg lættar aftaná. Føroysku steypavinnararnir kroystu teir í kvøld og vunnu ein flottan evropeiskan sigur - við fýra málum. Keðiligi 2. hálvleikurin í gjár kostaði tó VÍF.

H71 tapti við fýra - bert hoyvíkskivnnur eftir í Evropa

Í Italia byrjaði H71 væl, tað var 15-15 í steðginum, men tað varð ongantíð veruligur spenningur um samlaða útfallið. SSV Brixen skoraði 19 mál eftir steðgin og vann við fýra málum, eins og í Vestmanna endaði tað 34-30, og samanlagt við ellivu. H71 kom aftur í kvøld upp á 10 mál, men tá man letur 74 mál  inn í tveimum dystum er trupult at koma víðari.

Harvið er European Cup-luttøkan hjá VÍF- og H71-monnunum av. Kvinnurnar hjá VÍF eru eisini úti eftir tap í Italia. Kvinnurnar hjá H71 eru víðari eftir lættar dystir í 2. umfari og skulu royna seg móti mótsstøðu úr Grikkalandi í november.

European Cup 2. umfar -seinni dystirnir hjá føroysku liðunum
Í dag, leygardagin 19.10
VÍF - Handball Westwien 34-30 (13-10) - Samanlagt: 56-59

Toppskjútti:
Dánjal Ragnarsson 10 mál

Allir málskjúttar og fleiri hagtøl HER

SSV Brixen - H71 34-30 (15-15) - Samanlagt: 74-63 

Toppskjúttar: 
Brian Slyne 9 mál
Rókur Ziskason 8 mál

Allir málskjútar og fleiri hagtøl HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder