Grundspælið hjá monnum varð liðugt í gjár, og nú er lagt upp til spennandi hálvfinalur. Hjá kvinnum eru fýra umfør enn, og í gjár var fult umfar í SMS deildini.
Mest spennandi dysturin var í Høllini á Hálsi, har vestmannakvinnur vóru á vitjan. VÍF er so gott sum til reiðar til finalurnar, meðan Neistin dystast við Kyndil og H71 um hitt finaluplássi.
VÍF leikti ein góðan 1. hálvleik, og var á odda við seks málum, tá liðini fóru at hvíla seg. Sostatt bendi einki á, at Neistin fór at fáa nakað burturúr dystinum. Men álopið hjá VÍF varð lukkað fullkolimiga niður fyrru hálvu av 2. hálvleiki. Tað gingu heili 14 minuttir til VÍF fekk sítt fyrsta mál. Verjan hjá Neistanum var stinn, og Maja Dragoljubovic stóð sera væl í málinum. Tà átta minuttir vóru eftir, kom Neistin á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og tað var ógvuliga spennandi ímóti endanum.
Eitt gott úrslit hjá Neistanum; serliga tá hugsað veðrur um umstøðurnar. Hjá heimaliðnum varð Fríða á Dunga toppskjútti við 8 málum. Durita C. Jojic skoraði flest mál hjá VÍF - lámi bakspælarin skoraði 9 ferðir.
H71 leikti ein tættan dysti ímóti Stjørnuni, ið var á vitjan í Hoyvík. Stjørnan vann á hovyíkskvinnum í Klaksvík fyrr í ár, og útiliðið var á odda í hálvleikinum í gjár. H71 kom tó væl út til 2. hálvleik, og eftir tíggju minuttir var munurin trý mál. Stjørnan var nirðri á - 1 fleiri ferðir, men H71 helt fast um leisðluna og fekk ein týdningarmiklan sigur. Eva Barba Arge og Tóra Eliasen skraðu framúr á hvør sínum liðið; báðar skutu 11 mál.
Kyndil hevði ongar trupulleikar av botnliðnum StíF. Karina Berg Høgnesen gjørdi tó bart fyri útiliðið; ungi leikarin skoraði 11 mál - meira enn helvtina av málunum hjá StÍF. Marianna G. Eystberg vísir stórspæl í løtuni. Seinast skoraði hon 14 ferðir; í dag stóð Marianna fyri 13 av málunum hjá Kyndli. Hóskvøldið hevur formsterka Kyndils-liðið møguleikan at taka 2. plássi, tá tær vitja í Klaksvík.
Neistin - VÍF 24-24 (17-11)
H71 - Stjørnan 28-26 (13-14)
Kyndil - StÍF 35-20 (17-10)
Støðan:
VÍF 27
Neistin 20
Kyndil 19 *
H71 18
Stjørnan 9 *
StÍF 1
* Ein dyst færri
Hondbóltur
VÍF og Neistin spældu javnleik
Neistin fekk eitt gott stig ímóti oddaliðnum eftir ein frálíkan 2. hálvleik; H71 og Kyndil greiddu teirra skyldu.
Fríða á Dunga gjørdist toppskjútti fyri Neistan í gjár. Tær bláu royna at forða grannunum úr Kyndli at taka 2. plássið frá teimum (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)
2019-03-18 09:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald