Hondbóltur

VÍF vann seinna dystin í Italia

Fríða Nolsøe Olsen var við 13 málum heilt stóri spælarin í 27-26 sigrinum á Jomi Salerno. Tapið í fyrra dystinum var tó so greitt, so italska liðið fer víðari í European Cup.

Fríða Nolsøe Olsen skoraði samanlagt 20 mál móti Jomi Salerno - VÍF spældi sum heild tríggjar fínar hálvleikir, men fyrri hálvleikur í fyrra dysitinum kostaði (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fríða Nolsøe Olsen skoraði samanlagt 20 mál móti Jomi Salerno - VÍF spældi sum heild tríggjar fínar hálvleikir, men fyrri hálvleikur í fyrra dysitinum kostaði (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-06 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF-kvinnurnar hava um vikuskiftið fingið sín elddóp í evropeiskum hondbólti. Menninir fóru aftur á evropeiska pallin, og í ár hava kvinnurnar úr Vestmanna roynt seg - eins og til seiina umfarið hjá monnum í fjør var talan um italska mótsstøðu, og eins og tá var mótsstøðan úr suðurevropeiska landinum omaná.

VÍF fekk ikki nakað serliga gott lutakast til 2. umfar í European Cup, ið var tað, sum tær stigu inn í. 

Av fíggjarligum og praktiskum orsøkum varð eisini avrátt, at báðir dystirnir móti Jomi Salerno skuldu spælast í Italia. Fyrri dysturin var á skránni fríggjakvøldið, og tann seinni varð spældur í gjár.

Ingi Olsen segði við Kringvarpið áðrenn, at hetta var eitt mótsstøðulið, ið var frammanfyri innan kropsliga styrki, og har vóru millum annað onkrar við fortíð í bestu donsku deildini við.

Italska deildin er eisini at meta sum nakað sterkari enn tann føroyska, og í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum (fríggjakvøldið) var stórur munur. Tað var 20-12 til Jomi Salerno í steðginum - í 2. hálvleiki fekk VÍF verjupartin at eydnast, og tað endaði 27-21.

Dómaraseðilin frá fyrra dystinum sæst her

[object Object]
VÍF-hópurin. Tað byrjaði ikki væl í Italia - men tað endaði væl. Royndirnar frá hesum evropeisku dystunum kunnu takast víðari (Mynd: Andrei Antal / VÍF)

Fríða gekk á odda í góðum sigri

Harvið vóru fyritreytirnar fyri at koma víðari ikki góðar hjá teimum í gulum og bláum. 

VÍF reisti seg tó til seinna dystin, sum var ógvuliga tættur. Eina løtu í seinna hálvleiki í gjár var heimaliðið á odda við fýra málum, men útiliðið var omaná seinastu tjúgu minuttirnar. Dystargongdin sæst her

Tað var Agnas Funn, sum avgjørdi fyri VÍF í seinasta álopinum við máli til 27-26. 

Annars var tað vinstri bakkurin Fríða Nolsøe Olsen, sum vísti seg best fram - í øllum førum í álopsspælinum. Hon skoraði samanlagt tjúgu av teimum 48 málunum hjá vestmannakvinnum um vikuskifti, harav 13 í gjár. 

Dómaraseðilin frá seinna dystinum sæst her

21-ára gamla Fríða fekk sínar fyrstu veruliga A-landsliðsminuttir í Slovakia síðsta vikuskifti, og nú gekk hon á odda við málskjótingini hjá VÍF í Italia.

VÍF er úti, men helst var nógvur góður lærdómur í dystunum móti Jomi Salerno. Liðið hjá Inga Olsen hevur spælir á Eiði mikukvøldið - VÍF hevur fult stigatal fyri tveir dystir í SMS-deildini.

European Cup, 2. umfar
Fríggjadagin 04.10
Jomi Salerno - VÍF 27-21 (20-12)

Dómaraseðil

Leygardagin 05.10
Jomi Salerno - VÍF 26-27 (15-14)

Samanlagt: 53-48 (Jomi Salerno víðari til 3. umfar)

Kelda: eurohandball.com

H71 kemur inn í kappingina í næsta umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder