Av tí at Alexander Blonz var við Norra til HM, vórðu summir dystir hjá Viking Stavenger fluttir. Liðið hjá Kjartani Johansen, Jónasi G. Djurhuus og Helga Hoydal leikti í gjárkvøldið útsettan dyst, og kom harvið uppá 18 dystir sum øll hini, og við sigrinum er Viking nú bert eitt stig frá playoff-plássi í næstbestu norsku deildini.
Viking Stavanger tók ímóti Oslo Studentenes Idretskklubb, ið liggur undir niðurflytingarstrikuni. Jónas G. Djurhuus skoraði fýra mál, og Kjartan Johansen skoraði tríggjar ferðir í 27-24 sigrinum. Í hálvleikinum var 10-10.
Felagið skrivar, at talan ikki var um tann flottasta hondbóltsdystin, men Viking Stavanger fekk tvey týdningarmikil stig og hevur nú 21 stig á 7. plássi. Tey fýra liðini beint omanfyri Viking hava øll 22 stig. Triðja plássið gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir móti triðniðasta liðnum í bestu deildini.
Leygardagin spæla Viking Stavanger týdningamiklan dyst á útivølli ímóti Sandefjord TIF. Bert eitt stig skilur hesi liðini.
Helgi H. Hoydal situr framvegis uttanfyri, eftir at hann fekk tikið meniskin fyri einum mánaði síðani. Strikuspælarin er tó helst á vøllinum aftur innanfyri tær næstu vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald