Fótbóltur

Víkinga málveitsla í Sarpugerði - tepur sigur til NSÍ á Toftum

Seinasta umfar áðrenn landsliðsstegin verður avgreitt í dag, í morgin og leygardagin.

Andreas Lava Olsen skoraði reint hatrikk í søguliga stórsigrinum móti AB í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Lava Olsen skoraði reint hatrikk í søguliga stórsigrinum móti AB í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-26 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir vórðu leiktir í dag, og í Sarpugerði tók Víkingur ímóti AB. Tað gongur væl hjá Víkingi, sum má metast at vera einasti kappingarneyti hjá KÍ til meistaraheitið í ár. Hetta prógvaðu leirvíkingar og gøtumenn í dag, tá teir vunnu søguligan sigur ímóti AB, sum hóast ruðuleika rundan um felagið hevur megnað at fingið góð úrslit á vøllinum.

Tað gekk ikki í dag. Víkingur vísti onga náði og støðan í steðginum var 5-0 við málum frá Arnbjørn Svenssyni, Sølva Vatnhamar og tríggjar ferðir Andreas Lava Olsen. Í seinna hálvleiki økti Jákup Johansen til 6-0, meðan Sølvi Vatnhamar setti punktum við brotssparki til 7-0 tá smáir tíggju minuttir vóru eftir.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sambært bolt.fo, so er hetta størsti landskappingarsigur hja Víkingi síðani felagið varð stovnað í 2008.

Sí eisini: Myndir: Víkingur - AB

Svangaskarð var karmur um grannauppgerð millum B68 og NSÍ. Seinast hesi liðini møttust var við Løkin í Runavík 19. mars. Tá vunnu toftamenn óvæntað 2-0. Men í dag vóru tað runavíkingar sum ikki mundu fingið armarnar niður aftur eftir dystin, sum NSÍ vann 1-0. Pætur Hentze setti bóltin í B68-málið tá góður tími var leiktur.

[object Object](Skíggjamynd: Televarpið)

Sostatt fekk NSÍ enn einaferð skava sær kærkomin stig á kontuna eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. NSÍ liggur á sætta plássi við 15 stigum.

Hjá B68 sær einki út á stigatalvuni. Eftir tólv dystir liggja toftamenn aftast við fimm stigum. Fýra stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.

Her sært tú málini frá í dag (tv.fo)

Úrslit og málskjúttar í 12. umfari

Vikingur - AB 7-0 (5-0)
17’ Arnbjørn Svensson 1-0
22’ Sølvi Vatnhamar 2-0
27’ Andreas Lava Olsen 3-0
33’ Andreas Lava Olsen 4-0
43’ Andreas Lava Olsen 5-0
71’ Jákup Johansen 6-0
81’ Sølvi Vatnhamar 7-0 (br.)

B68 - NSÍ 0-1 (0-0)
61’ Pætur Hentze 0-1

Hinir dystirnir í tólvta umfari
B36-HB (Fríggjadagin k. 18)
KÍ-EB/Streymur (Fríggjadagin kl. 19)
07 Vestur - Skála (Leygardagin kl. 15)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (31 stig)
2. Víkingur (28 stig)*
3. B36 (19 stig)
4. HB (19 stig)
5. EB/Streymur (17 stig)
6. NSÍ (15 stig)*
7. AB (13 stig)*
8. 07 Vestur (9 stig)
9. Skála (5 stig)
10. B68 (5 stig)*

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder