Víkingur verður føroyameistari hjá monnum. Tað verður ikki øðrvísi. Um tað púra óvæntaða skuldi hent, at Víkingur fekk null stig í tveimum teimum seinastu umførunum - umframt at KÍ fekk fult - so skal ein málmunur á 31 mál koppa hinvegin.
Støðan í Betrideildini undan næststseinasta umfari:
1. Vìkingur 69 stig (+69)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 25 stig
8. Skála 19 stig
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig *
*Er flutt niður
KÍ vann í Sarpugerði 25. september og syrgdi harvið fyri at útseta FM-veitsluna nakað. Síðani hevur Víkingur vunnið púra trygt á Skála og ÍF, og trýfaldu føroyameistararnir hava ásannað, at trónan skal latast til teir í Sarpugerði.
KÍ er tó í sínari bestu gongd í ár við ellivu sigrum á rað í Betrideildini. Har vil man enda væl, áðrenn ein nýggj tíð bíðar við Magnus Powell. Í dag er tað venjarin frá í fjør og seinastu FM-venjarin, Magne Hoseth, sum vitjar.
B36 hevur eitt greitt krav í dag: Man skal vinna í Klaksvík - nakað sum felagið ikki hevur gjørt síðani í august 2019 - fyri at hava møguleika at enda nummar fýra. Samstundis skal NSÍ ikki fáa fult á Skála. Annars er bara steypafinalan eftir í vónini um at røkka Evropa.
Tapið fyri B36 í 2. umfari var við til at leggja lunnar undir eina tunga byrjan hjá føroyameistarunum. Hetta hevur kostað dýrt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Magne Hoseth aftur í Klaksvík. Hann endurvann FM, men tað var í Evropa at stóra søgan varð skrivað (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nýggjasti FM-venjarin í Føroyum eitur Jóhan Petur Poulsen. Tað er bert endaliga staðfestingin, sum vantar. Hansara arbeiði seinastu tíggju árini í Sarpugerði kann - og skulu - ikki undirmetast: Fyrst var tað við næstbesta liðnum, sum millum annað vann deildina í 2020, og har fleiri av núverandi Betrispælarum mentu seg nógv.
Trý ár á rað í topp-trý aftur, steypavinnari í 2022, víðari í Evropa einaferð í 2022 og einaferð í ár og nú er Víkingur til reiðar at fáa tí stóru krúnuna í føroyskum fótbólti. Fólk eru spent, bussar koyra, og konfetti, fýrverk og annað er til reiðar.
Sí eisini: Víkingur fyri triðju ferð uppá níggju ár
Sí eisini: Nú er niðurteljingin av álvara byrjað í Eysturkommunu
Triðja føroyameistaraheitið kemur møguliga endaliga í hús í Gundadali umleið klokkan 17. Til tess krevst tó kanska, at Víkingur verður fyrsta liðið, sum fær stig móti HB í Gundadali í ár.
Liðið hjá Adolfo Sormani hevur verið lýtaleyst á heimavølli í ár og vann millum annað eisini fyrru hálvfinaluna móti júst Víkingi har. HB hevur einki ítøkiligt at spæla fyri - liðið endar nummar trý óansæð hvat - men vil hava ein góða gongd áðrenn steypafinaluna 2. november og helst eisini prikað Víking: Liðið sum HB fyrr í ár kappaðist tætt við.
HB vann hálvfinalurnar, men Víkingur hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í Betrideildini. Hesir, serliga tann seinni, vóru ógvuliga týðandi fyri árini hjá liðunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Allir dystirnir í næstseinasta umfarinum byrja klokkan 15. Spenningur er serliga um dystirnar hjá B68 og Skála - móti ávikavist EB/Streymi og NSÍ. B68 og Skála royna at sleppa undan niðurflyting. Meira um hesar seinni.
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á forsíðu okkara, portal.fo. Televarpið vísir allar dystirnar.
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
KÍ - B36
07 Vestur - ÍF
Skála - NSÍ
B36 - EB/Streymur
HB - Víkingur
Allir dystirnir byrja klokkan 15.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald