Fótbóltur

Víkingur - B36 verður leiktur flaggdagin

Útsetti dysturin verður leiktur um seks dagar, og harvið hava B36 og Víkingur eina tætta dystarskrá í løtuni.

Víkingur og B36 dystast í útsettum dysti 25. apríl
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur og B36 dystast í útsettum dysti 25. apríl (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-19 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin var ikki spælandi í Sarpugerði vegna vind. Harvið varð dysturin millum táverandi oddaliðið, B36, og Víking av ongum. Nýtt dato varð ikki ásett beinanvegin; bæði liðini spældu í gjár og hava steypadyst á skránni mánadagin. 

Nú er greitt, at B36 og Víkingur bresta saman í komandi viku. Hósdagin, tað er flaggdagin, verður spælt í Sarpugerði. Hetta skrivaði bolt.fo í morgun. 

FSF hevur síðandi boðað frá, at dystirnir hjá B36 og Víkingi í 7. umfari, verða fluttir ein dag - frá sunnudegnum 28. til mánadagin 29. apríl. Við dystunum á páskum, hesum útsetta dystinum frá 5. umfari, og 7. umfari, spæla B36 og Víkingur fýra dystir uppá tólv dagar. 

B36 misti stig á fyrsta sinni í gjár, tá KÍ vann 3-0 í Gundadali. Víkingur vann góðan sigur í Trongisvági, og varð tað fyrsta liðið sum vann har í ár. Útsetti dysturin millum liðini verður áðrenn 7. umfar, so B36 kann taka oddasessin frá KÍ, og Vìkingur hevur møguleikan at koma uppá 4. pláss. 

Les eisini: Útiliðini gjørdu av álvara bart


6. umfar: 

 HB - AB 4-3 (2-1) 
'14 Símun Samuelsen 1-0
'32 Bárður Olsen 1-1
'45 Magnus Egilsson 2-1
'46 Bjarki Nielsen 2-2
'50 Adrian Justinussen 3-2
'57 Filip í Liða 3-3
'72 Adrian Justinussen 4-3

NSÍ - ÍF 3-1 (0-1)
27' Jóhan Petersen 0-1
65' Oddur Højgaard 1-1
79' Búi Egilsson 2-1
94' Jann Benjaminsen 3-1

B36 - KÍ 0-3 (0-1)
'15 Simen Sandmæl 0-1
'80 Darius Lewis 0-2 
'88 Jóannes Bjartalíð 0-3

Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0) 
'44 Jákup Johansen 1-0
'48 Steffan A. Løkin 1-1
'81 Niklas T. Kruse 1-2

TB - Víkingur 1-2 (0-0)
'49 Sølvi Vatnhamar 0-1
'52 Adeshina Lawal 0-2
'90 Stefan Radosavljevic 1-2

Støðan í Betrideildini: 

1. KÍ (14 stig) 
2. Skála (12 stig)  
3. B36 (12 stig) *
4. NSÍ (10 stig)
5. HB (9 stig) 
6. TB (8 stig)
7.Víkingur (7 stig) * 
8. EB/Streymur (6 stig) 
9. AB (3 stig) 
10. ÍF (1 stig) 

*Ein dyst færri




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder