Fótbóltur

Víkingur einaráðandi í vetrarkappingunum

Tey ljósabláu úr Víkingi gjørdu slætt borð í vetrarkappingunum.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-02-27 17:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Farna vikuskiftið vórðu finaluumførini í vetrarkappingunum á skránni. Og sigast má, at Víkingur av álvara gjørdi sína skyldu. Spælt var í aldursbólkunum Dreingir U15, Dreingir U17, Gentur U15 og Gentur U18, og Víkingur vann allar kappingarnar.

Í kappingini fyri Dreingir U15 endaði tað við finalu millum Víking og B36. Úrslitið gjørdist 1-0 til Víking. ÍF gjørdist nummar 3, meðan EB/Streymur bleiv nummar 4.

Í finaluumfarinum í kappingini fyri Dreingir U17 fekk Víkingur fult stigatal. NSÍ gjørdist nummar 2, B71 nummar 3, 07 Vestur bleiv nummar 4, meðan Skála endaði á 5. plássi.

FSF skrivar, at tey tíverri ongi úrslit hava frá finaluumførunum fyri Gentur U15 og Gentur U18. Kortini er heilt greitt, at Víkingur vann báðar kappingarnar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder