Fótbóltur

Víkingur fær vitjan av Linfield hóskvøldið

Norðurírsk mótstøða hjá føroyameistarunum í 3. umfari í Conference League. Fyrri dysturin millum liðini verður spældur á Tórsvølli hóskvøldið 7. august klokkan 19.

2025-07-31 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Víkingur varð sligið út úr Champions League 15. juli, hevur liðið úr Eysturkommunu ikki spælt.

Næsta uppgáva verður í Sørvági leygarkvøldið í 17. umfari í Betrideildini, og so er tað evropeiskur fótbóltur aftur.

Sum Champions League-lið í 1. umfari fær man altíð í minsta lagi ein eyka møguleika, og Víkingur varð varpað yvir í Conference League.

Har vóru føroyameistarunum eitt av liðunum, sum trektu fríumfar í 2. umfari, og tí hava teir í ljósabláum ikki spælt í hesari vikuni ella í síðstu viku.

7. august verður tað aftur. Fyrri dysturin í 3. umfari er á skránni á heimavølli. Hetta verður av Tórsvølli av tí at í "Q3"  - 3. umfari í evropeisku undankappingunum -er tað bert Tórsvøllur av føroysku leikvallunum, sum er góðkendur.

Talan er um eitt mótstøðulið, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum: Linfield. 

Norðurírska meistaraliðið sendi litaviska Zalgiris út við 2-0 sigri í Belfast í kvøld. 

Víkingur skal spæla seinna dystin í 3. umfari í júst norðurírska høvuðsstaðnum 14. august. Fyrri dysturin verður spældur á Tórsvølli um eina viku klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder