Fótbóltur

Víkingur fór avstað við øllum

HB fekk ov lítið burturúr í Sarpugerði í kvøld. Greipuvinnararnir løgdu seg á odda 1-0, men taptu 2-1..

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-19 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verandi greipuvinnarar vóru í kvøld á vitjan hjá Víkingi í kuldanum í Sarpugerði. Teir nógvu áskoðararnir sum vórðu møttir upp til dystin hetta fríggjakvøldi fingu eingi mál fyri pengarnar í fyrra hálvleiki.

Tað leikaði javnt á, og kanska hevði Víkingur yvirvág. Í øðrum hálvleiki var tað útiliðið sum sat á tí besta, men fekk einki burturúr. Ikki fyrr enn ein góður tími var leiktur, eydnaðist tað Michal Przybylski at leggja HB á 1-0.

Men síðani fekk Víkingur tvey mál. Fyrst Jákup Johansen til 1-1, og síðani Andreas Lava Olsen sum varð spældur ígjøgnum verjuna hjá HB. 2-1 til Víking, og tað sum var eftir av dystinum royndi HB at trýsta. Víkingur ruddaði burtur hvørja ferð, og stóð eftir sum vinnari til stóra gleði fyri heimaáskoðararnar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki at gera ov nógv av, at siga, at tey í HB-leguni eru misnøgd við árið higartil. Greipuvinnararnir hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Í fyrsta umfari vunnu teir 5-2 móti NSÍ, men síðsta sunnudag fingu teir bara eitt stig í grannauppgerðini móti B36, og í dag mugu teir til Havnar aftur við ongum.

Víkingur leggur seg við sigrinum í dag fyribils á fyrsta plássið í deildini. Hinir dystirnir í hesum umfarinum verða spældir í morgin.

Víkingur - HB 2-1 (0-0)
67’ Michal Przybylski 0-1
73’ Jákup Johansen 1-1
76’ Andreas Lava Olsen 2-1

Støðan Betri deildin menn 2021

1. Víkingur (7 stig)*
2. KÍ (6 stig)
3. HB (4 stig)*
4. B36 (4 stig)
5. ÍF (4 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. EB/Streymur (2 stig)
8. TB (0 stig)
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder