Víkingur vann í gjárkvøldið 2-1 í Gundadali í síðsta dystinum í 22. umfari. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen kom til høvuðsstaðin við einari sigursrøð á sjey dystir og bygdi uppá hana við sterkum avriki móti HB.
Seinastu átta dystirnir hjá Víkingi í Betrideildini
14 | 25-06-2023 | ||||
15 | 02-07-2023 | ||||
17 | 06-08-2023 | ||||
18 | 11-08-2023 | ||||
19 | 20-08-2023 | ||||
20 | 27-08-2023 | ||||
21 | 01-09-2023 | ||||
22 | 19-09-2023 |
(FaroeSoccer)
Sum tølini hjá Faroe Soccer vísa, so er talan um ógvuliga góða gongd hjá víkingunum síðani tapið fyri 07 Vestur 10. juni. Stutt áðrenn hetta tapti Víkingur eisini fyri HB og B36 og spældi javnt móti B68, men í síðstu átta dystunum hava í Eysturkommunu 24 stig av 24 møguligum. Málúrttøkan er ein ógvuliga flott 26-3.
Fleiri stórsigrar og nú eisini - tað sum manglaði fyri summarsteðgin: Sigrar á øðrum topp-fýra liðunum. Júst B36 hevur eisini eina góða gongd. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur vunnið sjey av sínum seinastu átta dystum og fingið 22 av 24 stigum. Allir hsir dystirnir hava verið móti niðastu seks liðunum
Sí eisini: Víkingasigur í Gundadali
Við nógvu sigrunum á rað hevur Víkingur spælt seg í eina støðu, har man er tvey stig frá 3. plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til evropeiskt pláss í 2024. Hetta kann verða ógvuliga týdningarmikið. Víkingur hevur bæði B36 og KÍ eftir á skránni.
HB hevur framvegis fyrimunin og hevur eisini møguleikan í steypakappingini. Víkingarnir vilja sjálvandi helst sleppa uppum 4. plássið, og sigurin í gjár var eitt stórt fet á leiðini.
HB - Víkingur 1-2 (0-2)
27' Poul Kallsberg 0-1
32' Sølvi Vatnhamar 0-2 (Olaf Bárðarson)
90+04' Tróndur Jensen 1-2
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. KÍ 56 stig*
2. B36 52 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 45 stig
5. 07 Vestur 34 stig
6. EB/Streymur 20 stig*
7. B68 19 stig
8. TB 16 stig
9. AB 13 stig
10. ÍF 12 stig
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald