Tað var ikki eitt serlig málrík byrjan, nú landskappingin hjá monnum varð bríkslað í gongd aftur.
Heilir 36 minuttir gingu áðrenn fyrsta málið kom, og tað var Árni Frederiksberg sum við beinleiðis frísparki legði B36 á odda móti Skála.
Síðani komu nú mál, og eitt nú vann Víkingur 3-0 móti ÍF. Harvið leggja víkingar seg á odda við málmuni í Betri deildini.
Her eru úrslitini í 1. umfari:
B36 - Skála (1-0)
Árni Frederiksberg 1-0
Víkingur - ÍF (3-0)
Adeshina Lawal 1-0
Sølvi Vatnhamar 2-0
Arnbjørn Svensson 3-0
NSÍ - EB/Streymur (1-0)
Jann Martin Mortensen 1-0
TB - AB (2-1)
Ivan Ivanovic 1-0
Stefan Radosavljevic 2-0
Tóki á Lofti 2-1
KÍ - HB (0-0)
Stigatalvan eftir 1. umfar
1. Víkingur (3 stig)
2. TB (3 stig)
3. B36 (3 stig)
4. NSÍ (3 stig)
5. HB (1 stig)
6. KÍ (1 stig)
7. AB (0 stig)
8. EB/Streymur (0 stig)
9. Skála (0 stig)
10. ÍF (0 stig)
2. umfar næsta sunnudag 17. mars
AB - ÍF
EB/Streymur - B36
Skála - TB
Víkingur - KÍ
HB - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald