Tað bleiv ongantíð spenningur í útsetta dystinum millum Víking og AB í kvøld. Hetta var ein dystur í triðja umfari, sum skuldi spælast 20. mars, men orsakað av nógvum vindi í Sarpugerði, varð dysturin útsettur.
Ikki óvæntað vann Víkingur 4-1. Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson tóku sær av málunum, og fingu tvey í part.
Sigurin hevur við sær, at Víkingur nú kemur nærri KÍ, sum hevur fulla úrtøku aftaná átta umfør. Felagsliðið í Leirvík og Gøtu hevur nú 18 stig. Seks stig eru upp til KÍ á fyrsta plássið við 24 stigum.
Næsta umfar verður avgerandi fyri FM-stríðið, tí Víkingur fær vitjan av NSÍ, meðan HB er á vitjan hjá oddaliðnum í Klaksvík.
AB liggur á næstaftasta plássið og hevur 4 stig. Næsta vikuskiftið verður eisini ein týðandi dystur hjá argjamonnum, tá B68 kemur á vitjan.
Víkingur - AB 1-4 (1-0)
9’ Sølvi Vatnhamar 1-0 (br.)
53’ Olaf Bárðarson 2-0
65’ Olaf Bárðarson 3-0
68’ Sølvi Vatnhamar 4-0
69’ Augustin Marsico 4-1
Stigatalvan Betri deildin menn
1. KÍ (24. stig)
2. Víkingur (18 stig
3. HB (15 stig)
4. B36 (13 stig)
5. EB/Streymur (13 stig)
6. 07 Vestur (9 stig)
7. NSÍ (9 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (3 stig)
9. umfar
Skála - EB/Streymur (Ley 7. mai 18:00)
AB-B68 (Sun 8. mai, einki tíðspunkt ásett)
KÍ - HB (Sun 8. mai 15:00)
Víkingur - NSÍ (Sun 8. mai 15:00)
B36 - 07 Vestur (Sun 8. mai 15:15)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald