Fótbóltur

Víkingur nærkast Evropa - TB er nær niðurflytingini

Hóast Víkingur spældi við tíggju monnum í 75 minuttir, so gjørdist talan um ein sannførandi heimasigur. Tvey stig afturat eru nú nóg mikið fyri at røkka 4. plássinum - TB skal hava stig í báðum sínum seinastu dystum fyri at yvirliva.

Olaf Bárðarson skoraði tvey mál í 3-0 sigrinum á TB, sum var týðandi fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson skoraði tvey mál í 3-0 sigrinum á TB, sum var týðandi fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-05 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verður tað NSÍ ella HB, sum endar á 2. plássi, og verður tað 07 Vestur ella FC Suðuroy, sum fer niður saman við TB?

Nú landsliðssteðgur er, og tvey umfør eru eftir, sær tað út til, at hetta eru einasti tingini á stigatalvuni, ið spenningur verður um.

TB er ikki farið endaliga niður, men úrslitini í dag merkja, at TB nú er trý stig og 17 mál frá FC Suðuroy og harvið strikuni. Hetta merkir í roynd og veru, at TB í minsta lagi skal hava fýra stig og harvið stig í Klaksvík í 26. umfari.

Sí eisini:  FC Sðuroy bjargaði sær eitt virðismikið stig

Fyritreytirnar hjá TB vórðu annars fínar í Sarpugerði. Ikki tí; heimaliðið kom á odda longu eftir fimm minuttir, tá TB misti bóltin beint uttanfyri brotsteig.  Eyðsýndi Jákup Johansen revsaði við at smekka bóltin upp í longra málhorn.

Heimaliðið kom í undirtal, eftir at Aron Jarnskor Ellingsgaard fekk tvey gul innan fýra minuttir. Seinna gula kortið kom í 26. minutti, og harvið var tað 10 móti 11 í 75 minuttir pluss tað leysa. Reyða kortið kom eftir tvær støður hjá Aroni og Samudeen Musah - samanlagt má hetta metast at vera eitt ógvuliga bíligt reytt kort.

Musah kundi sjálvur fingið sítt seinna gula kort lítla løtu seinni - fyri líknandi takkling sum tann hjá Aroni Ellingsgaard - og so vildi TB eisini hava brotsspark fyri steðgin, tá bólturin kom í ein arm. 

Alt hetta gjørdist tó nærum líkamikið, tí Víkingur var so nógv betri. Hetta var meira sum útgávan av Víkingi í 2024; millum annað við einum Olafi Bárðarson sum líktist meira spælaranum frá seinastu árunum. Innan eina løtu uppá seks minuttir eftir steðgin skoraði Olaf Bárðarson tvey mál - nummar tvey og trý hjá vonginum í ár - og so var sum so yvirstaðið.  

Við sigrinum hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen ikki endaliga tryggjað 4. plássið og harvið Evropa næsta ár, men tað er ógvuliga nær við. Føroyameistararnir hava fimm stig niður til B36 á fimta plássi, og Víkingur er eisini níggju mál betri í málúrttøku. Harvið tryggjar ein sigur móti FC Suðuroy næstu ferð Víkingi 4. plássið; tvey stig vera eisini nóg mikið.

25.umfar í Betrideildini hjá monnum
Víkingur - TB 3-0 (1-0)

[object Object]


Støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder