Árliga Klaksvíkskappingin er hetta vikuskifti við Djúpumýru. Í løtuni verður nógv ymiskt arbeiði gjørt fyri at betra um umstøðurnar kring vøllin, men á vøllinum sjálvum vórðu tveir dystir leiktir í gjár.
Víkingur og B36 løgdu fyri og har var undirhald og nógv mál. Víkingur var tað meira effektiva og betra liðið, og vann heili 5-1.
Í seinna dystinum kom KÍ á odda beint eftir steðgin, men NSÍ svaraði aftur, og vann dystin uppiborið.
Í báðum dystunum, og serliga í tí seinna, darvaði vindurin. Felags fyri finaluliðini í dag er, at hvørgan hevur vunnið Klaksvíkskappingina fyrr.
Í dag er skráin hendan:
Kl.13.00 - Dysturin um 3. plássið: KÍ -B36
Kl.15.30 - Finalan: Víkingur - NSÍ
Í gjár:
Víkingur-B36 5-1 (3-0)
1-0: Heðin Hansen (Upplegg: Atli Gregersen)
2-0: Heðin Hansen (Upplegg: Adeshina Lawal)
3-0: Dion Splidt (Upplegg: Adeshina Lawal)
4-0: Gunnar Vatnhamar (Upplegg: Hanus Jacobsen)
5-0: Filip Djordjevic (Upplegg: Adeshina Lawal)
5-1: Árni Frederiksberg (Upplegg: Eli F. Nielsen)
Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Vukasin Tomic, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Andreas L. Olsen, Milan Svojic, Heðin Hansen, Dion Splidt – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal.
B36: Sámal Johannesen – Jónas T. Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson, Andreas Thomsen - Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz, Hugin Samuelsen – Árni Frederiksberg, Brian Jakobsen, Benjamin Heinesen
KÍ -NSÍ 1-2 (0-0)
1-0 Simen Sandmæl
1-1 Búi Egilsson
1-2 Petur Knudsen
KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Takuya Matsunaga, Simen Sandmæl – Torbjørn Grytten, Patrik Johannesen
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Højgaard, Jóhan T. Davidsen, Pól Jóhannus Justinusen – Andri Benjaminsen, Peder Nersveen, Jann Martin Mortensen, Jann Benjaminsen – Búi Egilsson, Petur Knudsen
Kelda: Norðlýsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald