Svangskarður var fyrsti evropeiski heimavøllurin hjá Víkingi, og í 2013 og tvær ferðir í 2014 spældi felagið seg víðari í Europa League, har annar dysturin var á Toftum. Víkingur var ósigrað har í trý ár, men í 2017 og í 2021 var tað við Tórsvølli sum heimavølli - og við millum annað smølum sigrum har - at Víkingur kom víðari.
Tað vil siga, at hvørja ferð Víkingur er komið víðari í Evropa, so er tað javnleiki ella sigri á heimavølli í øðrum av dystinum. Hesa ferð er neyðugt at vinna heimadystin, tí Inter Club D' Escaldes vann fyrra dystin, sum var í Andorra 2-1.
Víkingur hevur í ár valt Klaksvík sum heimavøll til 1. umfar. Tað er stutt leið hjá eysturbúgvum at fara til dyst, og vøllurin hevur somu stødd sum tann í Sarpugerði.
Lagt er upp til ein tættan dyst millum liðini, og nú í seinna dystinum liggja umstøðurnar meira til Víking. Tað er í høvuðsheitinum eitt ungt og lokalt lið sum tekur ímóti einum liði, ið ikki hevði nakran spælara úr Andorra í byrjnaruppstillingini í fyrra dystinum. Inter Club D' Escaldes hevur eisini ein væl hægri miðalaldur.
Sí eisini:
Myndir: Víkingarnir venja til evropeiska lagnudystin
Atli Gregersen: - Skulu út at vísa hvørjum vit eru gjørdir av
Ólavur Mikkelsen: Vit skulu til Klaksvíkar at vinna
Teir í Víkingi eru spentir og til reiðar. Ivamál er um royndu áleypararnar Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen - serliga Lava - men annars er skaðastøðan góð. Steypavinnararnir eru lítilir favorittar til hendan dystin og skulu royna at spæla seg víðari í evropeiskari kapping fyri sættu ferð á nú triðja heimavøllinum í hesum høpinum. Vinnur Víkingur við einum máli eftir 90 minuttir er neyðugt við longdari leiktíð.
Í dag, hósdagin 20. juli - Conference League
19.00: Víkingur- Inter Club D' Escaldes (1-2) - Spældur í Klaksvík
Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 19. Televarpið vísir dystin, og bæði KVF og FM1 siga frá. Portalurin verður til staðar og hevur ymiskt tilfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald