Tað verða allarhelst Víkingur og B36, sum fara at spæla hálvfinalu í Runavík í vikuskiftinum. Víkingarnir vunnu fyrstu fjórðingsfinaluna móti TB, og B36 er á odda 2-0 móti AB á Tórsvølli, har hálvleikur er.
Víkingur hevði, sambært dystir.fo, níggju hornaspørk í fyrra hálvleiki, men fekk ikki hol á fyrrenn fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Tá fekk Víkingur brotsspark, sum Eiler Rasmussendømdi ímóti Rógva Joensen, eftir at Jákup Johansen fór umkoll. TB'arnir vóru ónøgdir í tí løtuni og eisini aftaná dystin - Poul Ingason hevur á sosialu miðlunum givið til kennar, at hann heldur at talan var um eitt lorta dómaravrik, sum "aftur oyðilegði tað fyri eitt av smærru liðunum".
Sølvi Vatnhamar tók brotssarpið, og tað umsetti royndi leirvíkingurin til mál. Harvið er Víkingur til reiðar til hálvfinalu.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudagin 25/11
Víkingur - TB 1-0 (0-0)
85' Sølvi Vatnhamar
Byrjaðu 19.00:
B36 - AB (3-0)
NSÍ - Skála (0-0)
07 Vestur- HB (0-1)
Fylg gongdini á forsíðu okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald