Í gjár varð endaspælið í Føroya Tele eDeildini 2020 leikt. Tvær reisur seinastu smáu tvær vikurnar hava tveir leikarar úr tveimum føroyskum fótbóltsfeløgum stríðst fyri at náa endaspælið.
Helmingurin av liðunum var eftir, tá farið var í gongd í gjár klokkan 15.00. Tað byrjaði við, at Skála og B71 spældu seg í hálvfinalurnar, har Víkingur og EB/Streymur, ið fingu flest stig í teimum báðum innleiðandi umførunum, vóru til reiðar.
Har vóru Víkingur og B71 stinnast, og so stóð finalan millum tveir ungar leikar úr Eysturkommunu og Petsen-brøðurnar úr Skálavík.
Mynd: B71
Víkingur vann finalan, har tað gjørdist neyðgt við eyka leiktíð. Tá ið báðir dystirnir vóru leiktir, hvør leikari spælir ein dyst, stóð á jøvnum 2-2. Tískil skuldi finalan avgerast við "Golden Goal" - spælt var til annar skoraði.
Tað var Ingolf Aron Erlandsson Tvørfoss, sum skoraði avgerandi málið. Sostatt er Víkingur fyrsti "FM-vinnari" í slíkari e-kapping millum fótbóltsfeløg í Føroyum. Hin leikarin hjá Vìkingi var Hans Jákup Arngrímsson.
Á leinkini niðanfyri sæst finalan. Tað vil siga báðir dystirnir og "Golden Goal-dysturin" Gev gætur, at bæði feløgini eru Føroyar í kappingini. Víkingur spælir í hvítum, meðan B71 spælir í bláum
Finalan sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald