2019-02-24 21:12
Klaksvíkskappingin hevur verið leikt um vikuskiftið, og seinnapartin vann Víkingur finaluna móti NSÍ.
Liðini í kappingini vóru KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur, og fyrru dystirnir vóru leiktir í gjár.
Víkingur vann 5-1 móti B36, og NSÍ vann 2-1. móti KÍ. Tískil var finalan í dag millum felagsliðið í Gøtu og Lervík og teir gulu og svørtu úr Runavík.
Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og Gunnar Vatnhamar skoraði bæði tvey.
KÍ vann dystin um triðja plássið móti B36 heili 8-2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald