Fótbóltur

Víkingur vann stórt á AB

Martin Klein Joensen var stóri maðurin í Sarpugerði við trimum málum. Víkingur hevur við 5-0 sigrinum og sjey á rað nærum tryggjað sær minst 4. plássið.

Martin Klein Joensen gjørdi hattrikk, og innskifti Jákup Johansen skoraði tvey tey seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen gjørdi hattrikk, og innskifti Jákup Johansen skoraði tvey tey seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-01 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 21. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í kvøld. Hann var í Sarpugerði, har Víkingur tók ímóti AB. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen var eirindaleyst, og gjørdi eins og í mai tá botnliðið viðjaði: Vann 5-0.

Martin Klein Joensen var í hopla. Fremsti maður hjá Víkingi gjørdi hattrikk. Hann var á rætta staðnum og avgreiddi væl tvær ferðir innan fyri fimm minuttir í fyrra hálvleiki, og tá tjúgu minuttir vóru eftir var 23-ára gamli áleyparin aftur til reiðar eftir flatt innlegg. Martin hevur nú ellivu mál í nakað yvir 1.100 minuttum í Betrideildini í ár, sambært FaroeSoccer.

Í løtuni áðrenn málið til 3-0 hevði AB havt nakrar vandamiklar støður og serliga ein stóran møguleika hjá Filip í Liða, men Víkingur hevði tamarhald á hesum dystinum, og innskifti Jákup Johansen skoraði tvær ferðir seinasta korterið.

Góður sigur hjá Víkingi - tann sjeyndi á rað og annar stórsigur upp í slag. Nú er liðið heili ellivu stig frammanfyri 07 Vestur, ið annars hevur hótt í topp-fýra stríðnum. Víkingarnir nærkast havnarfeløgunum við sigrinum. B36 spælir í morgin móti ÍF á heimavølli, og HB og KÍ spæla oddadyst eftir landsliðssteðgin. AB skal eftir stigum aðrastaðni.

Betrideildin 21. umfar

Í dag, fríggjadagin 01.09
Víkingur - AB 5-0 (2-0)
25' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
30 Martin Klein Joensen (Olaf Bárðarson) 2-0
71' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 3-0
76' Jákup Johansen (Finnur Justinussen) 4-0
80' Jákup Johansen (Olaf Bárðarson) 5-0

Í gjár, hósdagin 31.08
07 Vestur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
35' Bergur Poulsen (Filip Djordjevic) 0-1 
90' Magnus Holm Jacobsen, br. 1-1

B68 - TB 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 1-0
84' Rógvi Joensen 1-1

Sí eisini: Tveir 1-1 javnleikir

Í morgin, leygardagin 02.09
18.00: B36 - ÍF 

Fríggjadagin 15.09 - útsettur
HB - KÍ

Støðan: 
[object Object]
Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder