Fótbóltur

Vilhelm og teir seta hol á Bundesliguna í kvøld

Dysturin hjá Hannover-Burgdorf og Gummersbach byrjar klokkan 18 og sæst á Viaplay.

Vilhelm Poulsen fer nú undir sítt annað ár í Hannover og í Bundesliguni. Liðið endaði á 6. plássi í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen fer nú undir sítt annað ár í Hannover og í Bundesliguni. Liðið endaði á 6. plássi í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-27 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið var almenna startskotið til týska kappingarárið, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stórspældu, meðan Hákun West av Teigum var tryggur og lið hansara fór avstað við stórsteypinum (Super Cup)

Sì eisini: Elias skein í stórsteypadystrinum men brendi avgerandi brotskastið - Füchse sigraï

Í kvøld byrjar Bundesligan, oig tað er triði føroyski landsliðsspælarin í deildini, sum skal í eldin.

Hannover-Burgdorf spælir á heimavølli móti Gummersbach í fyrsta dystinum "í heimsins sterkastu landskapping".

Í fjør endaði Hannover á 6. plássi. Liðið hjá Vilhelmi var leingi við í meistarastríðnum. Í ár skulu 26-ára gamli føroyingurin og hinir hjá Hannover spæla í European League eisini.

Uppgerðin við Gummersbach byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hon sæst á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder