Fótbóltur

Vilja enda væl

A-landsliðið við kvinnum er komið til Belfast og leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Norðurírlandi týskvøldið.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2020-11-29 00:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Undankappingin til endaspælið 2022 hevur verið avbjóðandi. Tað ásannar John Petersen, landsliðsvenjari, nú hann fyrireikar sínar leikarar til seinasta dystin í hesari undankappingini. Landsliðsvenjarin leggur tó dent á framgongdina, sum hevur verið at sæð á føroyska liðnum, eisini hóast hópurin er broyttur sera nógv síðan byrjanina av undankappingini.

– Úrslitini og leikgongdirnar í dystunum vísa rættiliga greitt, at vit eru uppi ímóti sera harðari mótstøðu í bólkinum, men vit hava arbeitt miðvíst fyri at kunna geva teimum dyggari mótstøðu, og við tíðini er tað eisini í fleiri førum eydnast. Serliga í hesum seinastu dystunum, hevur framgongdin verið eyðsýnd, og spælararnir eru farnar til uppgávuna við einum góðum hugburði, sigur John Petersen. 

Samanborið við hópin til fyrstu dystirnar í hesari undankappingini á heysti 2019, er umleið helvtin við í hópinum til dystin týskvøldið. Evy á Lakjuni, Jónvá Hentze og Heidi Sevdal hava givið avboð hesaferð, og sostatt verður minst ein broyting í byrjanaruppstillingini samanborið við dystin móti Wales í oktober. Landsliðsvenjarin letur seg tó ikki darva av mongu útskiftingunum, og hann leggur afturat, at stemningurin og stríðsviljin í hópinum er góður. 

– Vit hava í fleiri førum havt nógvar útskiftingar í hópinum. Royndir leikarar úr byrjunaruppstillingini hava ikki verið tøkar, og tí hava aðrar fingið møguleikan. Tað góða er, at tær ungu veruliga hava tikið av møguleikanum og gjørt tað ómetaliga gott. Tær arbeiða hart og lagið í hópinum er gott, greiðir landsliðsvenjarin frá. 

Føroyski hópurin hevur havt fyrstu venjingina í Belfast, og sjóneykan er nú sett á uppgávuna, sum bíðar á Seaview Stadium týskvøldið. Norðurírar vunnu fríggjakvøldið 3-2 móti Hvítarusslandi, og hava tí møguleika fyri at koma víðari úr bólkinum saman við Norra. 

– Vit vilja gera alt fyri at enda hesa undankappingina so væl sum gjørligt. Vit vita, at vit helst fara at vera undir trýsti ein stóran part av dystinum, og í venjingini leggja vit stóran dent á at byggja víðari á dygdirnar í verjupartinum, sum gevur okkum møguleika fyri at standa ímóti, sigur John Petersen at enda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder