Fótbóltur

Vilja ikki hava áskoðarar á vøllin

Landskappingin hjá Betri deildini hjá monnum endar í morgin, og fyri at verja leikarar og dómarar heitir FSF á allar áskoðarar um ikki at fara inn á vøllin tá dómarin floytar av.

Tá HB seinasta sunnudag tryggjaðu sær FM-heitið var tað sama galdandi. Áskoðararnir vórðu bidnir um at halda seg á sínum plássum (Mynd: Sverri Egholm)

Tá HB seinasta sunnudag tryggjaðu sær FM-heitið var tað sama galdandi. Áskoðararnir vórðu bidnir um at halda seg á sínum plássum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-06 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld, fríggjadagin 6. november er seinasta umfar í 1. deild á skránni, og í morgin, leygardagin 7. november endar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum.

Í tí sambandi heitir Fótbóltssamband Føroya á allar áskoðarar um at halda frástøðu, og at eingin óviðkomandi fer inn á vøllin, tá dómarin floytar av. Hetta fyri at verja spælarar, dómarar og hvønn annan ímóti møguligari koronasmittu.

Flestu feløg hava spælarar, sum skulu uttanlands við landsliðum í næstum, eins og fleiri feløg skulu spæla steypadystir seinni í hesum mánaðinum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit saman ansa eftir, so eingin verður útsettur fyri koronasmittuni.

Heimafelagið hevur ábyrgd av trygdini í samband við dystir, men hervið verður heitt á øll um at verða viðvirkandi til, at seinastu dystirnir kunnu avgreiðast undir tryggum kørnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder