Fótbóltur

Viljormur fær rumenskan venjara

Niðurflytingarhótta superligafelagið, Vejle Boldklub, hevur skift venjara.

Viljormur Davidsen í dysti fyri landsliðið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Viljormur Davidsen í dysti fyri landsliðið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-06 17:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen, hevur í dag fingið nýggjan venjara. Vejle Boldklub boðar í dag frá, at rumenin Constantin Gâlcă tekur yvir sum venjari fyri italienaran Rodolfo Sormani, sum var loystur úr starvinum í gjár.

Rumenin er settur fyri eitt ár. Gâlcă spældi í fleiri ár í Spania, eitt nú fyri Espanyol og Villareal. Sum venjari hevur hann havt ábyrgdina av Espanyol og seinast í feløgum í Saudiarabia.

Besta úrslit sum venjari var at gera Steua Bukarest til meistara og steypavinnara tvær ferðir í heimlandi sínum.

Vejle spældi seg upp í bestu deildina í Danmark í fjør, men hevur havt trupulleikar við at gera seg galdandi. Felagið liggur í løtuni á aftasta plássi í superliguni við 19 stigum fyri 24 dystir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder