HB skal finna nýggjan liðskipara á besta mansliði sínum til komandi kappingarár. 34 ára gamli runavíkingurin, Viljormur Davidsen, sum hevur spælt í reyð/svørtum í høvuðsstaðnum seinastu trý kappingarárini eftir eina drúgva fótbóltsleið í Danmark, fer komandi kappingarár at spæla í gulu troyggjunum hjá barndómsfelagnum.
Tað skrivar NSÍ í kvøld. Viljormur og NSÍ hava gjørt trý ára sáttmála.
Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Hann hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg.
Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB.
- Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um. Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árini, skrivar NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald