
Niðanfyri sæst høvuðsuppgávulistin hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA til Champions League-dystin á Parc des Princes í annaðkvøld.
Nógv umrøddi dómarin, Micheal Oliver, hevur floytuna, og afturat enska dómaratoyminum sæst millum annað eitt føroyskt navn á listanum.
Mynd: uefa.com
Virgar Hvidbro var leingi aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Hann hevur framvegis ymiskar uppgávur í fótbóltsheiminum, og hetta er ein stór av slagnum.
At vera "Delegate" til slíkar dystir merkir, at man er høvuðsumboðsfólk/høvuðssendifólk hjá UEFA. Hesin persónurin skal syrgja fyri at ymisk praktisk viðurskifti kring dystin fara rætt fram.
PSG vann fyrra play-off dystin móti Brest 3-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald