Føroyar vundu úr Irak í fimta umfari á talvolympiaduni í Budapest í dag.
Minniligi 4-0 sigurin á irakum í seinasta umfari á talvolympiaduni í Moskva fyri tretivu árum síðani, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, varð endurtikin í dag.
At Føroyar - uttan stórmeistaran Helga Dam Ziska á liðnum - vinna heili 4-0 á liði, sum hevur yvir 2160 í miðalstyrkitali, mundi fáur væntað.
Men tað hefti ikki fyri á nøkrum borði; Høgni, Rógvi, John og Luitjen telvaðu allir væl og vunnu sannførandi.
Helgi hevði fingið sær frí í dag, so Høgni flutti fram á 1 borð. Tað bar í sær, at hann mátti telva við svarta fólkinum fyri fjórðu ferð í fimm dystum. Tað bleiv Fýra Riddaraspæl við Glek-frábrigdinum, men Høgni vísti munandi meira flair og fatan fyri støðuni, og varð skjótt omaná.
John telvaði sisilianskt við svørtum, hvítur valdi afturlatna frábrigdið. Hvítur royndi seg við álopi kongsmegin, men John dugir at verja seg, so hin fekk ikki glið á atsóknina. John telvaði seg upp frúgvarmegin og var brátt við yvirlutan.
Luitjen hevði eitt umleypandi talv á fjórða borði. Hann stóð væl, men var óneyvur, tað gagnnýtti hin við góðum leikum, og fekk fyrimunin í opnu og taktiskt løddu støðuni, men Luitjen kom hegnisliga afturíaftur, og snýtti mótstøðumannin við góðum spæli seinasta triðingin av talvinum.
Rógvi sat aftur í dag eftir sum tann síðsti av føroysku telvarunum, men honum eydnaðist at vinna endatalvið við frúgv móti frúgv og finnuyvirvág móti manni við sama navni sum víðgitin egyptiskur fótbóltsspælari.
4-0 til Føroyar móti Irak - frálíkt úrslit og tillukku.
Irak (105) - Føroyar (66) 0 - 4
IM Ali Hussein (2122) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0 - 1
Mohammed Salah (2180) - Rógvi Egilstoft (2278) 0 - 1
Ali Akar Salih (2174) - IM John Rødgaard (2273) 0 - 1
Ahmed Alothman (2161) - Luitjen Akselsson Apol (2219) 0 - 1
Slovenia verður stórur biti
Eftir fimta umfar eru Føroyar nummar 60 í røðini av teimum 187 londunum í kappingini. Og í sætta umfari í morgin mánadagin møta vit Slovenia. Hetta verður fyrsti dysturin í talvi landanna millum.
Slovenia er styrkismett nummar 26 og hevur miðalstyrkitalið 2576. Tveir heilt sterkir russiskir stórmeistarar, Vladimir Fedoseev og Anton Demchenko, manna fremstu borðini. Teir eru tveir av fleiri sterkum telvarum í Russlandi, sum eru flýddir vesturum sum mótmæli móti krígnum í Ukraina, og hava sett seg niður í øðrum londum, sum teir nú telva fyri. Vladimir Fedoseev hevur um 2700 í rating og er í topp 40 í heiminum.
Fýra lond eru fremst við fullum stigatali. India, Kina, Ungarn og Vietnam. Norra er nummar fimm. Norðmenn vunnu í dag 3-1 á Turkalandi, men Magnus Carlsen mátti á fyrsta borði sættast við javnleik móti Mustafa Yilmaz, sum Helgi Dam Ziska vann á, tá Føroyar telvaðu móti Turkalandi í øðrum umfari.
Føroyska liðið móti Slovenia verður hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Rógvi Egilstoft 4. John Rødgaard.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald