Vunnu fjórða dystin á rað

Tríggir dystir vóru í dag leiktir í bestu fótbóltsdeildini. Víkingur vann 2-0 ímóti NSÍ og B36 fer norð aftur við einum 2-1 sigri móti TB.

Glaðir fjepparar á Svangaskarði seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Glaðir fjepparar á Svangaskarði seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-14 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toftafólk hava nógv at fegnast um í hesum døgum. Í dag vann besta mansliðið sín fjórða sigur á rað.

Tað gjørdu toftamenn ímóti ÍF, sum hevur trupult við at fáa mál. B68 vann dystin 2-0. Fyrra málið kom tá bara tveir minuttir vóru leiktir, tá verjufeilur gjørdi at fótfimu B68-leikararnir løgdu seg á odda. Seinna málið kom eftir brølara frá ÍF-málverjanum, sum spældi bóltin beint fyri føturnar hjá Steffan Løkin, sum ótarnaður kundi seta bóltin í netið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

2-0 og B68 lyftir seg upp á sætta pláss við 18 stigum. ÍF liggur á næstaftasta plássi við 12 stigum.

TB tók ímóti B36. Tvøramenn munnu hava sæð skriftina á vegginum, og mugu tungu leiðina í næstbestu deildini at spæla næsta ár. Hinvegin stríddust teir væl í dag ímóti einum B36-liði sum hevur havt trupult at fóta sær í ár.

B36 vann kortini dystin 2-1, og kann fegnast um at TB ikki megnaði at skora útjavnandi málið.

Síðsti dysturin á skránni í dag var millum NSÍ og Víking, sum brustu saman við Løkin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrra hálvleiki var málleyst, men í øðrum hálvleiki avgjørdi innskifti Ingi Johnhardsson alt fyri gøtufólk og leirvíkingar. Fyrst við uppleggi til 1-0 málið, sum á dómaraseðlinum er skrásett sum sjálvmál. Og síðani við málinum til 2-0 í 88. minutti.

Víkingur heldur fast við annað plássið við 40 stigum.

B68 - ÍF 2-0 (1-0)
2’ Andri Benjaminsen 1-0
73’ Steffan Løkin 2-0

TB - B36 1-2 (1-2)
18’ Mathias Trane 0-1
19’ Toni Takamaki 1-1
28’ Alex Mellemgaard 1-2

NSÍ - Víkingur 0-2 (0-0)
71’ Sjálvmál 0-1
88’ Ingi Johnhardsson 0-2

EB/Streymur - 07 Vestur (15. aug. 15:00)
HB - KÍ (18. aug. 18:00)

Stigatalvan

1. KÍ 47 stig (17 dystir)
2. Víkingur 40 stig (18 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. B36 31 stig (18 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. B68 18 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 15 stig (16 dystir)
8. 07 Vestur 14 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (17 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder