Fótbóltur

Wolves skoraði útjavnandi málið í 95. minutti

Newcastle sá út til at hála trý sera týdningarmikil stig við heim, men Wolves vildi tað øðrvísi.

Newcastle misti sigurin í evstu løtu ímóti Wolves
(Mynd: The Guardian)

Newcastle misti sigurin í evstu løtu ímóti Wolves (Mynd: The Guardian)

2019-02-11 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 26. umfari í Premier League varð leiktur í kvøld. Hann var á Molineux í Wolverhampton, har Rafa Benitez og Newcastle vóru á vitjan. Serliga útiliðið hevði tørv á stigum, tí Newcaslte er partur av einum tøttum niðurflytingarstríðið.

Tá farið var um teir 90 minuttirnar, sá tað eisini út til, at Newcastle fór avstað við sigrinum. Tíggju minuttir eftir steðgin legði Issac Hayden gestirnar á odda, og síðani søkti heimaliðið at. Um hugt verður eftir m.a málmøguleikum, so var Wolves væl omaná, og fimm minuttir inn í yvirtíðina kom lønin fyri stríðið. Verjuleikarin Willy Boly var komin framvið, og hann tryggjaði heimaliðnum tað eina stigið.

Hetta var ein smeitur fyri liðið úr Norðuronglandi. Rafa Benitez og hansara menn eru nú bert eitt stig frá strikuni, og Cardiff og Burnley vunnu í víkuskiftinum. Uppflytarnir Wolves eru á 7 plássi og harvið væl við í kappingini um Europa League-pláss.

Wolves - Newcaslte 1-1 (0-0)

Støðan eftir 26. umfar

Manchester City *

 

65 stig

2

Liverpool

 

65 stig

3

Tottenham Hotspur

 

60 stig

4

Manchester United

 

51 stig

5

Arsenal

 

50 stig

6

Chelsea

 

50 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

39 stig

8

Watford

 

37 stig

9

Everton *

 

33 stig

10

West Ham

 

33 stig

11


AFC Bournemouth

 

33 stig

12

Leicester

 

32 stig

13

Crystal Palace

 

27 stig

14

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

15

Burnley

 

27 stig

16

Cardiff

 

25 stig

17

Newcastle

 

25 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Leikt ein dyst fleiri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder