Fyrrapartin tryggjaði miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen sær finalupláss í World Cup-stevnuni í Zagreb í Kroatia.
Í seinnu hálvfinaluni í einskullara hjá monnum, var hann fyrstur á mál við tíðini 06.58.66 – trý sekund frammanfyri nummar tvey, Gonzalo Garcia Ferrero, ið umboðaði Spania. Hann hevði tíðina 07.01.18. Á 3. plássi var Nikolaj Pimenov úr Serbia, sum hevði tíðina 07.03.02.
Fríggjadagin vann Sverri bæði innleiðandi róðurin og fjórðingsfinaluna. Hetta er fyrsta altjóða kapping, sum hann luttekur í, síðan OL í Tokyo í 2021, har hann endaði á 4. plássi.
Í finaluni, sum verður í morgin, verður Sverri ein av tveimum rógvarum, sum umboðar Danmark.
Hin, sum umboðar Danmark í morgin, er Bastian Secher, sum endaði á 3. plássi í fyrstu hálvfinaluni í dag. Har var tað týski Oliver Zeidler, sum kom fyrstur á mál við tíðini 06.58.40. Á 2. plássi var Kristian Vasilev úr Bulgaria, sum hevði tíðina 07.02.55.
Roning.dk skrivar, at tað ongantíð er hent áður, at tveir mans, ið umboða Danmark, enda í A-finaluni í einskullara í opnum bólki hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald