2019-01-04 11:12
Ítróttasamband Føroyar boðar frá, at samstarvsavtala nú er gjørd við Yndi Fitness um antidoping. Yndi Fitness hevur sítt virksemi í Tórshavn.
Antidopingdanmark/Føroyar fegnast um at enn ein venjingarmiðstøð hevur gjørt samstarvsavtalu um antidoping. Yndi Fitness er ein av teimum heilt stóru venjingarmiðstøðunum í Føroyum.
Á myndini síggja vit dagliga leiðaran og eigaran av Yndi Fitness, Jákup Jakobsen og Jarvin Feilberg Hansen frá Antidoping Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald