– Veðrið argaði eitt sindur, men tað var kortini ikki nakað sum darvaði venjingunum tá vit vóru á vøllinum. Undirvísararnir vóru eisini sera áhugaverdir, og teir dugdu væl at greiða frá og vísa. Og eins og undanfarin ár, so eydnaðist hendan ráðstevnan sera væl
Hetta sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Farna fríggjadag og leygardag vóru B36-húsið, FSF-húsið og Tórsvøllur karmur um ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta er fjórða árið, at ráðstevnan verður hildin. Ongantíð hava so nógvir luttakarar verið. Tilsamans vóru umleið 100 venjarar, umboðandi øll feløgini í Føroyum, á ráðstevnuni.
Jógvan Martin Olsen, Pætur Smith Clementsen, Christinu Ravnsfjall og Eli Hentze, ið starvast fyri FSF, høvdu upplegg. Ráðstevnan hevðir eisini útlendska vitjan. Úr Lyngby BK vitjaði talentstjórin í ungdómsakademinum, Nicas Kjeldsen, og úr KB, ið er móðurfelagið og ungdómsdeildin hjá FCK, var Thomas Lollike Christensen. Hann starvast sum leiðari fyri árgangirnar U10-13 í KB. Teir høvdu fyrilestrar og venjingar
Harafturat hevði nýggi A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson, eisini ein fyrilestur undir heitinum “Vejen til U21 EM-guld 2015”. Tað var nevniliga Håkan Ericson, ið stóð á odda fyri svenska U21-landsliðnum, tá tað fyri fimm árum síðani vann EM.
Fleiri myndir á fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald