Fótbóltur

Yvir 1.000 áskoðarar verða til U21-landsdystin

Tað eru framvegis umleið 300 atgongumerki eftir til dystin móti Andorra í Klaksvík í annaðkvøld, upplýsir FSF.

U21-landsliðið er í gongd við seinastu venjingina hjá sær undan uppgerðini við Andorra. Í hópinum verður veruliga sæð fram til uppgávuna og tað at koma í gongd við undankappingina á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

U21-landsliðið er í gongd við seinastu venjingina hjá sær undan uppgerðini við Andorra. Í hópinum verður veruliga sæð fram til uppgávuna og tað at koma í gongd við undankappingina á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-15 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 18 í morgin, fríggjadagin 16. juni, setur føroyska U21-landsliðið hol á undankappingina til EM 2024. Hetta við dysti við Djúpumýru í Klaksvík móti Andorra. 

Í mun til Føroyar, hava Andorra spælt ein dyst. Tað var móti Hvítarusslandi síðst í mars, har tað heldur óvæntað endaði við málleysum javnleiki. Annars er Andorra eitt lið, sum Føroyar mugu metast at hava góðan møguleika at fáa stig ímóti.

Føroyska U21-landsliðið hevur fingið stig í báðum dystunum, tá liðið hevur havt heimavøll í Klaksvík. Hetta var í 2021 móti Norðurmakedónia og í 2022 móti Serbia. Í báðum førum endaði tað 1-1.

Nú er talan um nógvar nýggjar mans - teir úr 00 og 01-árgangunum eru nú ov gamlir til U21-landsliðið - men aðrir eru til reiðar at taka við. Teir flestu av teimum, sum helst fara at spæla ein stóran leiklut í morgin, vóru eisini við í pørtum av ella allari síðstu undankapping.  

[object Object]
Andrass Johansen hevur her lagt Føroyar á odda í dystinum móti Norðurmakedónia í 2021. B36-miðvallarin er føddur í 2001 og er nú á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Spælararnir til upphitingina fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Eyðun Klakstein: - Vit gleða okkum ordiliga nógv

Tað hava verið lutfalsliga nógvir áskoðarar til heimadystirnar í Klaksvík, og sum nú er, eru beint yvir 1.000 atgongumerki farin til dystin í morgin. Hetta upplýsir Fótbóltssamband Føroya fyrrapartin.

Tað eru umleið 1.300 sitipláss til slíkar dystir við Djúpumýru, og harvið ber framvegis til hjá nøkrum hundrað at ogna sær pláss. Tað ber til at gera í Nethandlinum hjá Fótbóltssambandi Føroya á fsf.fo.

Í sambandi við dystin, sum byrjar klokkan 18, skipa Skansin, Bláa Bylgjan og KÍ fyri upphiting frá klokkan 16 tætt við vøllin. Á Akursmørk verða hoppiborgir, gillpylsur og annað at eta og drekka, umframt at tónleikur, andlitsmáling og annað er á skránni.

Les eisini: Skipa fyri stórari upphiting í Klaksvik fríggjadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder