Fótbóltur

Yvir 3.000 fólk til Føroyar - Pólland hóskvøldið

Útfrá atgongumerkjasøluni higartil sær út til, at talan helst verður um hægsta áskoðaratal til ein landsdyst í tvey ár.

Sambært Fótbóltssambandinum verða íhvussu er yvir 3.000 setur tikin til dystin, sum byrjar klokkan 19.45 hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Sambært Fótbóltssambandinum verða íhvussu er yvir 3.000 setur tikin til dystin, sum byrjar klokkan 19.45 hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-10 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta heimadystin í 2023. Pólland vitjar til dystin í 6. umfari í EM-undankappingarbólki E

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Støðan eftir fimm umfør: 

Albania 10 stig
Kekkia 8 stig *
Moldova 8 stig 
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig

*Ein dyst færri

Til heimadystirnar í ár hevur áskoðaraáhugin verið so sum so til dystirnar á Tórsvølli - íhvussu er í mun til fleiri av undanfarnu árunum. Tað er tó sjálvandi ikki bara bara at fylla Tórsvøll ella útvið tað, tá beint yvir 5.000 pláss eru, og føroyingar eru so lutfalsliga fáir í tali. Mótstøðuliðii í fjør og í ár hava heldur ikki havt heilt stóru og kendu nøvnini o.s.fr, ið kunnu fáa fleiri til dyst á tjóðarleikvøllinum.

Til Nations League-dystirnar í fjør lá áskoðaratalið millum 2.200 og 2.500 til teir teit tríggjar dystirnar. Til undankappingardystirnar móti Albania og Moldova fyrr í ár hava líka yvir 2.500 áskoðarar verið, og til Føroyar - Kekkia mitt í juni vóru alment 3.252 áskoðarar til staðar. 

[object Object]
Føroyska liðið hevði venjing beint eftir døgurða í dag - liðið venur aftur í morgin um sama mundið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Hetta talið verður helst hægri hósdagin. Portalurin hevur í dag fingið upplýst, at líka yvir 3.000 pláss eru farin til dystin móti Póllandi hósdagin. Her eru VIP-pláss íroknað. Til Føroyar - Skotland, fyri júst tveimum árum síðani í dag, vóru 4.676 áskoðarar.

Fleiri keypa helst atgongumerki seinastu tvey samdøgrini, so talið fer uppeftir. Ringa veðrið, sum er nú og nakað frameftir, sær út til at fara at hasa av áðrenn dystin hóskvøldið, so at tað íhvussu er ikki regnar illa undir dystinum, og at vindurin ikki fer at ávirka nógv á Tórsvølli.

Heilt stóra stjørnan hjá Póllandi, Robert Lewandowski, verður ikki við vegna skaða. So er spurningurin, um hetta ávirkar áhugan hjá summum, ella um fleiri fólk fara at fylkjast og stuðla føroyska liðnum í royndini at skaka póllendingar. 

Til ber at keypa atgongumerki til Føroyar - Pólland her.

Sí samrøður av Tórsvølli í dag: 
Klæmint Andrasson: - Skulu royna at halda á mál hesaferð
Brandur Hendriksson: - Hetta er heilt fantastiskt

Sí nakrar myndir frá venjingini í dag her - Sverri Egholm hevur tikið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder