- Tað var ordliga skeg at hyggja, serliga tá Dania so ger, sum eg plagdi at gera.
Tað sigur Klæmint Andrasson Olsen smílandi við Portalin áðrenn dagsins landsliðsvenjing. Dania Andrasdóttir Olsen avgjørdi steypafinaluna fyri NSÍ á júst Tórsvølli leygarkvøldið við frálíkum brotssparki; nakað sum lítlasysturin hevur lært frá Klæminti, staðfestir rituvíkingurin nakað argandi.
Tað var eingin ivi, tá Dania Andrasdóttir Olsen skeyt úr ellivu metrum í yvirtíðini leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Sí eisini: Dania: - Venji javnan brotsspørk - skal bara hava ís í búkinum
Hann dugir sanniliga at skora mál - eisini í Evropa har hann er søguligur fyri íslendskan fótbólt.
Nú skulu Klæmint og Breiðablik skjótt hava stig í bólkaspælinum, og Føroyar skulu eisini stríðast fyri stigum móti Póllandi hóskvøldið.
Tað ber sanniliga til, staðfestir royndi áleyparin - serliga um man ger nógv av teimum somu tingunum rætt, sum Føroyar í Varsjava í síðsta mánaða, har Lewandowski tó avgjørdi síðstu løtuna. Søguliga sterki pólski áleyparin spælir tó ikki á Tórsvølli hóskvøldið. Hann er skaddur
Sí eisini: A-landsliðið skal spæla tveir dystir í vikuni
Sí eisini: Brandur: - Hetta er heilt fantastiskt
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her
Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar
Støðan eftir fimm umfør:
Albania 10 stig
Kekkia 8 stig
Moldova 8 stig
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald