Fyrru dystirnir í øllum áttandapartfinalunum eru leiktir seinastu dagarnar. Fleiri av dystunum hava verið góður, men hava eisini verið merktur av taktikki, sum slíkir dystir ofta eru.
Í fimm av uppgerðunum hevur eina liðið ein greiðan fyrimun undan seinnu uppgerðini. Manchester United, Ajax, Tottenham, Dortmund, Juventus og Schalke hava eina sera stóra uppgávu fyri framman í mars. Dortmund skal skora minst trý mál, og hini skulu skora minst tvær ferðir, um tey skulu gera sær nakra vón um at koma víðari.
Tað er serliga ímillum Bayern og Liverpool, at stórur spenningur er undan seinnu uppgerðini. Liverpool kann fáa stóran fyrimun við at fáa útivallarmál, ið Bayern ikki hevur, meðan týska liðið kann avgera alt á heimavølli. Lyon fekk eitt sera gott úrslit ímóti Barca, men skal til Barcelona í seinna dystinum. Roma er favorittur móti Porto, ið tó hevur útivallarmál og skal spæla á heimavølli.
Úrslitini í fyrru dystunum:
Manchester United - PSG 0-2 (0-0)
0-1 Pascal Kimpembe
0-2 Kylian Mbappé
AS Roma - FC Porto 2-1 (0-0)
1-0 Nicolo Zaniolo
2-0 Nicolo Zaniolo
2-1 Adrian
Les meira
Ajax - Real Madrid 1-2 (0-0)
0-1 Karim Benzema
1-1 Hakim Ziech
2-1 Marco Asensio
Tottenham - Dortmund 3-0 (0-0)
1-0 Son Heung-Min
2-0 Jan Verthongen
3-0 Fernando Llorente
Les meira
Liverpool – Bayern München 0-0
Lyon – FC Barcelona 0-0
Málleyst Evropa
Atletico Madrid - Juventus 2-0 (0-0)
1-0 Jose Maria Gimenez
2-0 Diego Godin
Atletico Madrid fekk ein frálikan sigur á Juventus og Ronaldo
Schalke 04 - Manchester City 2-3 (2-1)
0-1 Sergio Aguero
1-1 Nabil Bentaleb (br.)
2-1 Nabil Bentaleb (br.)
2-2 Leroy Sané
2-3 Raheem Sterling
Manchester City vendi øllum á høvdið í dramatiskum dysti
Seinnu dystirnir verða leiktar soleiðis:
Týskvøldið 5/3:
Dortmund - Tottenham
Real Madrid - Ajax
Mikukvøldið 6/3:
AS Roma - FC Porto
PSG - Manchester United
Týskvøldið 12/3:
Juventus - Atletico Madrid
Manchester City - Schalke 04
Mikukvøldið 13/3:
Bayern München - Liverpool
Barcelona - Lyon
Mikukvøldið 13/3:
Fótbóltur
Yvirlit eftir fyrru áttandapartsfinalurnar
Í summum uppgerðum er alt ógvuliga opið - í fleiri hevur eitt lið ein greiðan fyrimun undan seinnu uppgerðini.
Lionel Messi og Barcelona megnaðu ikki at skora hjá Anthony Lopes í Lyon týskvøldið, men katalanska liðið er tó favorittur at koma víðari (Mynd: EPA)
2019-02-21 08:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald