Fótbóltur

Yvirlit: KÍ og Víkingur stóru tapararnir í fyrsta umfari

B36 fekk øll trý stigini við úr Klaksvík, og AB helt Víkingi frá at skora á Argjum. NSÍ og HB vunnu favorittsigrar, og ÍF vann fyri fyrstu ferð í yvir eitt ár..

B36 vann í einastu

B36 vann í einastu "topp-fimm" uppgerðini. Sebastian Pingel kom inn og legði árstalsfelagið á odda í sínum comebakki í sínum felagið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-09 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 1. umfar í Betrideildini hjá monnum er av. Seks tímar við fótbólti, og við sera fáum áskoðarum til staðar, í mun til hvat vanligt er. Tó hava fólk í túsindatali hugt eftir dystunum Televarpinum, sum hevði ávísar trupulleikar, og norska TV2, ið ikki fekk víst HB - EB/Streym vegna vantandi signal.

Tveir dystir byrjaðu klokkan trý, og í báðum endaði tað við, at favorittarnir vunnu. Hjá NSÍ var tað meira trygt. Heimaliðið legði út við at vera ágangandi, og í 8. minutti kom liðið hjá Glenn Ståhl á odda. Tað var 20-ára gamli Aron Knudsen, sum skoraði fyrsta málið í Betrideildini 2020. Mórits Heini Mortensen, ið eisini er føddur 1999 og er nýggjur á NSÍ-miðvøllinum, vann ein luftnærdyst í TB-brotsteignum, og so heilfluktaði Aron bóltin væl í málið. Eitt korter seinni dribblaði stóribeiggin, Petur inni í brotsteignum,  og kundi so prika yvirum til Klæmint Andrasson Olsen, ið setti hol á sína málskjóting við at trilla bóltin í eitt tómt mál. Síðani kom NSÌ-sigurin ongantíð í vanda. TB-leikararnir vóru ov lítið avgjørdir í nøkrum støðum. Seinastu minuttirnar fingu liðini eitt mál hvør í samband við hvør í samband við deyðbóltar, sum ikki vórðu ruddaðir burtur.

[object Object]
Aron Knudsen legði NSÍ á odda 1-0 - Klæmint Andrasson Olsen økti eitt korter seinni til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Rúnasson Justinussen vísti aftur sínar dygdir við  høgra beininum. Hann skoraði einsamalla málið í Gundadali við frísparki á brotsteigarmarkinum, men 7’arin hjá HB var í fleiri øðrum førum nær við. HB hevði eisini aðrar stórar møguleikar; serliga tann hjá Pætur Petersen sum onkursvegna ikki fekk stútað bóltin í eitt tímt mál í 1. Hálvleiki. EB/Streymur hugsavnaði seg mest um at verja men hevði tveir góðar møguleikar at javna seinastu løtuna. Í báðum førum vardi Teitur Matras Gestsson væl fyri.

[object Object]
Adrian Justinussen, ið norðmenninir rósa upp til skýggja fyri fríspørkini, gjørdist matchvinnari móti EB/Streymi (Mynd: Jens Kr. Vang)

28. apríl í fjør vann ÍF 2-0 á Eiði. Hetta var fyrsti og einasti sigur hjá liðnum í fjør. Í dag eydnaðist tað hjá fuglfirðingum at fáa trý stig aftur. Tað var nýggi serbiski áleyparin Uros Stojanov, sum tryggjaði ÍF sigurin á Skála við at gerast tvífaldur málskjútti. Í báðum førum var hann púra fríur, og Bárður á Reynatrøð fekk ikki hildið avslutningum. Skála hevði fínt spæl til tíðir og fekk minkað um munin stuttu fyri leiklok, tá 17-ára gamli innskifti Poul Kalssberg fekk bóltin og tak sakina í egnar hendur. Tó gjørdist talan um ein søtan sigur hjá fuglfirðingum.

[object Object]
Tað var ikki nógv at fegnast um hjá Mikkjali Thomassen í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík brustu nummar eitt og tvey frá í fjør av. B36 avgjørdi tætta dystin seinastu løtuna, og so var stór frøði á teimum hvítklæddu, ið taptu fyri KÍ á seinasta leikdegi í fjør, tá FM skuldi avgerast. KÍ byrjaði harvið ikki sína verju av FM-heitinum sum ætlað.

Les alla dystarfrásøgnina her
Myndir: KÍ - B36


AB stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum. Vìkingur megnaði ikki at fáa hol á a Argjum, har heimaliðið var væl skipað, arbeiddi gróthart og hevði nakrar góðar støður í 1. hálvleiki. Óvæntað var Sølvi Vatnhamar við á Víkinga-liðnum, men tað munaði ikki nóg mikið. Hetta var ikki júst byrjanin ið liðið hjá Eyðuni Klakstein, sum skal royna at koma við í oddin aftur, ætlaði sær. Hjá AB, ið hevur sæð veikt út í upptaktini, var tað eitt sera gott stig at fáa, og harvið ein góð byrjan hjá venjaratoyminum Símuni Samuelsen og Tonny Brimsvík.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

1.umfar í Betrideildini:

NSÍ – TB 3-1 (2-0)
8’ Aron Knudsen (Mórits Heini Mortensen) 1-0
24’ Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 2-0
86’ Betuel Hansen 3-0
90' Rógvi Joensen 3-1

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen – Bárður Jógvansson Hansen, Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Benjaminsen – Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen – Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

TB (5-2-1-2): Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Poul Ingason (L), Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Rógvi Joensen – Mads Raben, Samudeen Musah

Myndir frá dystinum

HB – EB/Streymur 1-0 (1-0)
26’ Adrian Rúnasson Justinussen 1-0  (beinleiðis fríspark)
Reytt kort: Árni G. Olsen (90' - EB/S)

HB (4-1-4-1): Teitur Matras Gestsson (L) – Heri Hjalt Mohr, Delphin Tshiembe, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch – René Shaki Joensen, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian Rúnason Justinussen – Pætur Petersen

EB/Streymur (4-2-3-1): Rói Zachariassen – Petur Zachariassen, Árni G. Olsen (L), Bjarni Petersen, Ragnar Bjartalíð Danielsen – Poul Grunnveit Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus – Símun Sólheim, Rói Heðinsson Olsen, Teitur Debes Olsen – Arnbjørn Hansen (Niklas Tummasarson Kruse)*

* Inn í hálvleikinum

Myndir frá dystinum


(16.00) Skála – ÍF 1-2 (0-1)
23’ Uros Stojanov (Sjúrður Pauli Nielsen) 0-1
56' Uros Stojanov (Filip Djordjevic) 0-2
83' Poul Kallsberg (Hjalti Strømsten) 1-2

Skála (4-2-3-1/4-3-3): Bárður á Reynatrøð – Teitur Poulsen, Karl Martin Johansen, Teitur Reinert Joensen, Hjalti Stømsten – Pætur Dam Jacobsen (L), Jóhan Waag Høgnesen – Heðin Klakstein, Niels Pauli Danielsen, Andreas Egeberg Jacobsen – Ronni Møller-Iversen

ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ellingsgaard (L), Andy Olsen – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Filip Djordjevic, Ari Ellingsgaard – Uros Stojanov


KÍ – B36 0-2 (0-0)
Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 0-1
Meinhard Olsen 0-2

Meinhard: Trý stig og vit eru í gongd
Jákup B. Andreasen: Stong út


KÍ (4-4-2): 
Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jonn Johannesen (46’ Boris Dosljak), Alessio Hyseni (58’ Jákup Biskopstø Andreasen), Deni Pavlovic, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð (L), Ole Erik Midtskogen (70’ Páll Andrasson Klettskarð)

B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (87’ Erling Dávidsson), Magnus Holm Jacobsen (62’ Erlendur Magnussen) – Árni Frederikseberg, Michal Pryzbylski, Stefan Radosavljevic (62’ Sebastian Pingel) – Meinhard Egilsson Olsen

AB - Víkingur (0-0)
AB (4-5-1): Silas Eyðsteinsson - Tróndur á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Tóki á Lofti, Hans Jákup Annfinsson, Bartal Skaalum Petersen, Rógvi Poulsen - Bjarki Nielsen 

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig - Sølvi Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Andreas Lava Olsen, Lukasz Cieslewicz, Jákup Johansen - Finnur Justinussen

Myndir: AB - Víkingur
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder