4. umfar í fýra av bólkunum í Champions League varð leikt í kvøld.
Fyri 15 døgum síðani vann PSG stórt á Club Brugge, meðan Real Madrid vann smalan sigur á Galatasaray. Hesaferð var tað umvent, nú spælt varð í franska og spanska høvuðsstaðnum. Ungi brasiliumaðurin Rodrygo skaraði framúr fyri Real Madrid við einum hattriki, og fyrrverandi Real-málverjin og trýfaldi Champions League-vinnarin, Keylor Navas, bjargaði brotssparki fyri PSG seint í dystinum. Franska liðið hevur harvið fult stigatal - liðið hjá Zidane skal bert hava eitt stig afturat fyri at koma víðari.
Sí yvirlit her
Bayern greiddi sína skyldu í 2. hálvleiki í Grikkalandi og er víðari. Robert Lewandowski skoraði til 1-0 og hevur seks mál í ársins útgávu av Champions League. Tottenham vann aftur greitt á Reyðu Stjørnu. Son, ið við takkling í dystinum móti Everton sunnudagin breyt beinið á Andre Gomes, gjørdist tvífaldur málskjútti. Christian Eriksen hevur verið fyri nógvum atfinningum í hesum kappingarárinum - danin fekk loyvi at seta punktum í Beograd í kvøld.
Finalistarnir frá í fjør hava tað tungt í ár, men Pochettino, Son og co. kundu fegnast í Serbia í kvøld (Mynd: EPA)
Manchester City megnaði ikki at gera arbeiði liðugt í Italia. Jesus brendi brotsspark, og Bravo fekk reytt kort móti endanum, so at Kyle Walker noyddist í mál. Í Kroatia spældu kappingarneytarnir um 2. plássið í bólki C málríkan javnleik, har bæði liðini fingu reytt kort.
Atletico tapti í Týsklandi, men fer allarhelst kortini at koma víðari. Douglas Costa avgjørdi í yvirtíðini í Moskva, og Juventus hevur tryggjað sær atgongumerki til áttandapartsfinalurnar.
Bólkur A:
PSG - Club Brugge 1-0 (1-0)
Real Madrid - Galatasaray 6-0 (4-0)
Støðan:
PSG 12
Real Madrid 7
Club Brugge 2
Galatasaray 1
Bólkur B:
Bayern - Olympiakos 2-0 (0-0)
Reyða Stjørna - Tottenham 0-4 (0-1)
Støðan:
Bayern Munchen 12
Tottenham 7
Reyða Stjørna 3
Olympiakos 1
Bólkur C:
Dinamo Zagreb - Shaktar 3-3 (1-1)
Atalanta - Manchester City 1-1 (0-1)
Støðan:
Manchester City 9
Dinamo Zagreb 5
Shakhtar Donetsk 5
Atalanta 1
Bólkur D:
Lokomotiv Moskva - Juventus 1-2 (1-1)
Leverkusen - Atletico Madrid 2-1
Støðan:
Juventus 10
Atletico Madrid 7
Lokomotiv Moskva 3
Bayer Leverkusen 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald