Annað

Zakarias og Ronja áttu munin í Vágum

Í gjár var várkappríðing í Vágum – í Tvíspor I vóru einans 0,6 sekund á muni millum tey tvey fremstu.

(Mynd: Rani í Dali)

(Mynd: Rani í Dali)

2021-07-04 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjáldan um nakrantíð man tað hava verið so tætt millum rossini í Tvíspor l flokki. Einans 0,8 sek var á muni millum nummar eitt og nummar seks, tá tey kappaðust í Vágum í gjár. Men tað endaði við at Zacharias R. Jacobsen og Ronja vunnu.

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum, til hesa kappingina og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur.

Tað var tó líka við, tí munurin millum Ronju hjá Zacharias R. Jacobsen og Svonnu við Barbara Chaparro á baki var einans tveyogtjúgu hundrandapartar av einum sekundi, tað er ikki nógv, tey brúkti ávíkavíst 18:32 og 18:54 sekund um teir 250 metrarnar, skrivar Ríðisambandið.

Munurin til nummar trý, vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, var eisini lítil. Spirit hevði tíðina 18:70.

Hini rossini í l flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum. At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum, skrivar Ríðisambandið.

Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l flokki vóru eisini aðrir fleiri nýggjir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin ið var spennandi, heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sekund um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri. Endin var at Jóna Ólavsdóttir á Laxa vann, ein hundrandapart frammanfyri Randarsól Heinesen á Stígur.

Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lútzen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor ll flokk vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon.

Kappingarúrslitini síggjast her.

Dagførd kl. 20.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder