Eftir at Real Madrid aftur kundi lyfta Champions League-steypið í mai í fjør, segði Zinedine Zidane stopp. Fraklendingurin hevði uppá tvey og eitt hálvt ár í starvinum vunnið størstu evropisku kappingina tríggar ferðir og La Liga einaferð.
Saman við Zidane fór Ronaldo úr felagnum. Julen Lopetegui kom í venjarasessin, men fekk skjótt sekkin. Santiago Solari tók yvir, og byrjanin var góðkend. Men uppá eina viku tapti Real Madrid tríggjar týðandi dystir á heimavølli; ein dyst í hvørjari av teimum trimum størstu kappingunum. Tvær ferðir var tað ímóti Barcelona, og tað viðførdi, at Real varð útsligið av steypakappingini og sent út av dystinum um meistaraheitið. Ajax gjørdi ilt verri, og meistararnir vóru úti av Champions League.
Nógvar gitingar hava verið um, hvat fer at henda í risastóra felagnum. Nógv hevur bent á, at José Mourinho fór at venda aftur. Men ístaðin fyri portugisiska venjaran, ið fekk sekkin í Manchester United í desember, er tað 46-ára gamli Zidane, ið tekur við aftur í spanska høvuðsstaðnum, nú Solari er koyrdur.
Real Madrid hevur sum so ikki nakað at spæla fyri restina av kappingarárinum, men Zidane skal royna at venda skútuni, og í summar verða helst fleiri broytingar í hópinum. Zidane segði seinast í mai, at tað var rætta tíðin at steðga samstarvinum. Í kvøld á tíðindafundinum segði hann, at hann kundi ikki siga nei til at taka við aftur.
Zidane og Real Madrid hava gjørt sáttmála til 2022.
Fótbóltur
Zidane aftur á odda fyri Real Madrid
Fyrrverandi stórleikarin, ið vann trý Champions League-heiti á rað fyri Real, vendir aftur eftir minni enn níggju mánaðir.
Florentino Perez hevur aftur sagt ein venjara upp, og forsetin í Real Madid hevur aftur sett Zidane, ið hevur umboðað felagið sum leikari eisini (Mynd: EPA)
2019-03-11 21:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald