Fótbóltur

Zlatan er aftur á landsliðnum

39-ára gamli áleyparin er úttikin til fyrstu HM-undankappingardystirnar hjá Svøríki. Ibrahimovic gavst annars á landsliðnum eftir EM-endaspælið í 2016.

Zlatan Ibrahimovic í landsdysti móti Føroyum á Friends Arena í 2013. Hetta er ein av hansara higartil 116 dystum fyri Svøríki (Mynd: EPA)

Zlatan Ibrahimovic í landsdysti móti Føroyum á Friends Arena í 2013. Hetta er ein av hansara higartil 116 dystum fyri Svøríki (Mynd: EPA)

2021-03-16 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk sín fyrsta A-landsdyst í 2001. Í 15 ár gjørdist talan um 116 dystir og 62 mál fyri Svøríki, ið Zlatan Ibrahimovic gjørdist ein ímynd fyri.

Eftir EM-endaspælið í 2016 støðgaði Zlatan á landsliðnum. Tosað varð um eitt "comeback", eftir at sviar spældu seg til HM-endaspælið í 2018. Tað gjørdist ikki veruleiki, men nú er hann aftur. Janne Andersson hevur tikið 39-ára gamla áleyparan út til teir fyrstu dystirnar hjá Svøríki í undankappingini til HM 2022, sum verða móti Kosovo og Georgia seinast í hesum mánaðinum. 

Zlatan hevur í hesum kappingarárinum skorað fjúrtan mál í fjúrtan dystum fyri AC Milan í Serie A í . Á sosialu miðlunum skrivar heimskendi maðurin úr Malmö, at Guð er aftur - talan er um "The Return of God" 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder