Fótbóltur

Zorniger fingið sekkin í Brøndby

51-ára gamli týskarin var venjari hjá danska stórfelagnum í yvir tvey og eitt hálvt ár og hevur fingið nógva umtalu í seinastuni.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-18 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið nógv órógv rundanum Brøndby seinastu tíðina. Í seinastu flytingarvindøgunum hevur útskiftingin í hópinum verið stór, og úrslitini hetta kappingarárið hava ikki verið góð. Liðið varð varpað út av Europa League, og liggur heili 22 stig aftanfyri oddaliðið og arvafíggindan FCK í Superligaini. 

Í gjár tapti Brøndby í Esbjerg eftir eitt vánaligt avrik. Harvið yvirhálaðu uppflytararnir Brøndby og tóku 3. plássið. Liðið av Vestegnen er trýst av fleiri liðum í stríðnum um topp-seks, og komandi fýra dystirnir avgera, um teir í bláum og gulum yvirhøvur koma í "meistarabólkin"

Sjóneykan í donsku miðlunum hevur verið á venjaran, Alexander Zorniger, ið aftur í gjár kom í fokus eftir ein dyst. Hann hevði eitt heitt kjak við fyrrverandi landsliðsleikaran Stig Tøfting i sjónvarpsstovuni hjá TV3 Sport. Í desember kom hann at kjakast við nakrar áskoðarar hjá liðnum eftir sigurin á Vejle, og vikuna eftir skeldaðist týski venjarin við verjuleikaran Anthony Jung mitt á vøllinum eftir pínliga 3-2 tapið ímóti Vendsyssel á heimavølli.

Nú hevur leiðslan fingið nokk, og í morgun kunngjørdi Brøndby, at felagið hevur stegðað samstarvið við 51-ára gamli venjarin. Tað gekk ananrs væl seinasta kappingarár, har Brøndby gjørdist danskur steypavinnari fyri fyrstu ferð í 10 ár. Liðið megnaði tó ikki at tryggja sær fyrsta danska meistaraheiti síðani 2004. Brøndby blakaði alt á gólvið í Horsens, har liðið hjá Zorniger var á odda 2-0, tá smáir fimm minuttir restaðu í.

Tað er ikki víst enn, hvør kemur at taka yvir í Brøndby. Kasper Hjulmand, sum steðgar í FC Nordsjælland eftir kappingarárið, er útnenvndur til favoritt av fleiri, meaðn Micheal Laudrup eisini er eitt stórt navn. Á listanum hjá veddingarfyritøkunum gevur føroyski landsliðsvenjarin pengarnar 50 ferðir aftur, og tað er ógvuliga ósannlíkt at Lars Olsen, ið fyrr hevur umboðað felagið sum leikari, vendur aftur sum venjari nú. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder