Heimligu landskappingarnar hava í løtuni hægstu raðfesting hjá UEFA. Hetta gjørdi evropeiska fótbóltssamgongan greitt á videofundi við umboðum fyri øll 55 limalondini í gjár. Har varð avgjørt at útseta EM-endaspælið, ið skuldi leikast í juni-juli, í eitt ár. Hetta fyri at geva limalondunum bestu møguleikarnar til at avgreiða teirra egnu kappingar.
Les eisini: EM útsett eitt ár
UEFA gevur deildunum kring Evropa raðfesting
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at fótbóltssambondini hava seks vikur afturat at fáa avgreitt landskappingar í sínum londum. 30. juni er set sum markið til millum annað tær stóru deildirnar: Premier League, La Liga, Serie A og Bundesligaini.
Les eisini: Rakar nú fótbóltin í Evropa ógvuliga meint
Føroyar eru ikki í somu støðu, tí her er eingin landskapping byrjað. Avbjóðingin er tó ikki lítil og óvissan stór, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, ið var við á fundinum í gjár:
– Avbjóðingin hjá okkum, sum hjá øðrum, er stóra óvissan kring koronasmittuna. Vit vita ikki, hvussu drúgt tíðarskeiðið verður, har vit ikki kunnu spæla dystir ella venja saman í bólkum. Áðrenn vit fáa greiðari ábendingar um hetta, kunnu vit ikki koma við einum endaligum boði um, hvussu kappingin hjá okkum verður spæld í ár
Ein arbeiðsbólkur hjá UEFA arbeiðir nú við spurninginum: Hvussu kunnu Champions League og Europa League, ið eins og deildirnar eru steðgaðar upp, best avgreiðast áðrenn summarsteðgin.
Ætlanin er, at tær kunnu byrja aftur sum vant um mánaðarskiftið juni-juli 2020. Luttakandi liðini úr Føroyum til 2020-2021 vórðu funnin við kappingarenda í 2019, og tí er trýstið á føroysku kappingina ikki eins stórt sum hjá fleiri av hinum fótbóltssambondunum.
– Hjá okkum er longu greitt, at KÍ umboðar Føroyar í Champions League og HB, B36 og NSÍ í Europa League. Vit hava tískil eitt høvuðbrýggj minni enn fleiri av okkara starvsfeløgum, sigur Christian Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald