Fótbóltur

Coronavirusið rakar nú fótbóltin í Evropa ógvuliga meint

UEFA hevur kallað til videofund komandi týsdag. Champions League-dystir eru útsettir, kappingin verður helst steðgað og EM útsett. Leikarar hjá Real Madrid, Juventus og Leicester eru í sóttarhaldi.

Daniele Rugani hjá Juventus hevur fingið coronavirus. Kendasti liðfelagið hansara, Cristiano Ronaldo, er í sóttarhaldi í heimlandinum. Fyrrverandi lið hansara, Real Madrid, og spanska deildin eru nú eisini ítøkiliga rakt (Mynd: EPA)

Daniele Rugani hjá Juventus hevur fingið coronavirus. Kendasti liðfelagið hansara, Cristiano Ronaldo, er í sóttarhaldi í heimlandinum. Fyrrverandi lið hansara, Real Madrid, og spanska deildin eru nú eisini ítøkiliga rakt (Mynd: EPA)

2020-03-12 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya, at eingin fótbóltur verður komandi 14 dagarnar.

Les eisini:  Staðfesting: Eingin fótbóltur í tvær vikur.

Tað er bert Serie A av teimum stóru deildunum, ið er steðgað heilt. Tað er av tí, at støðan í Italia viðvíkjandi corona er vorðin so álvarsom. Í londum sum Fraklandi og Spania eru dystir leiktir uttan áskoðarar, eisini í nøkrum dystum í Champions League og Europa League.

Premier League hevur higartil koyrt sum vanligt, men í dag kunngjørdi Brendan Rodgers, venjari hjá Leicester, at nakrir leikarar hava víst sjúkueyðkenni. Tríggir eru í sóttarhaldi, men svarini frá kanningini eru ikki komin enn. Sum nú er spælir Leicester móti Watford leygardagin. Fyrsti dysturin sum varð ávirkaður, var dysturin millum Arsenal og Manchester City, sum skuldi verða leiktur í gjár, men sum varð av ongum.

Les eisini: Manchester City - Arsenal útsettir

Norðuritalia er tað økið í Evropa, ið er harðast rakt av coronavirusinum, og í gjár kom fram, at Daniele Rugani, ið er verjuleikari hjá Juventus, er vorðin smittaður. Hann var í hópinum, tá Juventus vann 2-0 á Inter Milan sunnudagin. Harvið er hópurin hjá Juventus í sóttarhaldi nú, og tí verður Champions League-dystin móti Lyon ikki leiktur týskvøldið sum ætlað. Hann skal eftir ætlan leikast í Torino. Cristiano Ronaldo fór eftir dystin móti Inter til Portugal, og har verður áleyparin verandi í sóttarhaldi. Inter hevur eisini steðgað øllum virksemi komandi vikuna, og leikararnir eru heima. 

Les eisini: Juventus tók oddasessin- dystur nummar 1000 hjá Ronaldo

Í Spania og Danmark verður eingin fótbóltur næstu tvær vikurnar. Í Madrid eru leikarar farnir í sóttarhald. Ein leikari á kurvabóltsliðnum hjá Real Madrid hevur fingið coronavirus, og av tí at liðið nýtir sama venjingarøki sum fótbóltsliðið, er hópurin hjá Real Madrid noyddur at fara í sóttarhald. Harvið verður Champions League-dysturin í Manchester um eina viku av ongum, og harvið er tað aðru ferð, at Manchester City ikki sleppur á vøllin, tí mótsstøðuliðið er í sóttarhaldi.

Júst Champions League er í vanda fyri at av álvara stegða upp. Dystirnir týskvøldið verða ikki leiktir, og UEFA fer júst týsdagin at fundast um støðuna í evropeiskum fótbólti við øllum fótbóltssambondunum og umboðum fyri deildirnar. Talan verður um videofund, har tað verður viðgjørt, hvussu evropeiskur fótbóltur fer at handfara støðuna viðvíkjandi spreiðingini av coronavirusinum.

Les eisini: UEFA: -Eingin hevur sett ynski fram um at útseta EM

Franska blaðið L'Équipe skrivar, at avgerðin longu er tikin um, at Champions League og Europa League verða fyribils steðgað, og at EM endaspælið verður flutt til næsta ár. Ivastamt er, hvussu ymsku deildirnar skulu gerast lidnar. 

Dagført 16.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder