Stórdystur var í Serie A í gjárkvøldið. Talan var tó um eitt antiklimaks, tí áskoðaraplássini í Torino vóru tóm. Coronavirusi hevur rakt Italia hart
Les eisini: Allir ítróttur í Italia verður uttan áskoðarar komandi mánaðin
Ikki júst tær perfektu umstøðurnar til ein oddadyst millum tvey stórfeløg (Mynd: EPA)
Bæði liðini vóru undir trýst. Lazio var tvey stig frammanfyri Juventus undan dystinum, og Inter nøkur stig aftanfyri á 3. plássi.
Juventus var betra liðið og avgjørdi dystin í 2. hálvleiki. Aaron Ramsey legði heimaliðið til odda tíggju minuttir eftir steðgin, og 12 minuttir seinni fann hann Dybala, ið skoraði til 2-0. Juventus er nú aftur eitt stig frammanfyri Lazio. Inter er nú níggju stig frá oddasessinum men hevur ein dyst færri.
Ramsey og liðfelagar fegnast um 1-0 málið (Mynd: EPA)
Tað var Cristiano Ronaldo, ið legði upp til leiðslumálið. 35-ára gamli portusiski áleyparin spældi dyst nummar 1000 í hasnara glæsligu yrkisleið:
836 dystir við fýra ymiskum feløgum í fýra ymiskum londum (Sporting Clube de Portugal, Manchester United, Real Madrid og Juventus) Samanlagt hevur hann skorað heili 725 mál.
Hann skoraði ikki í gjár, men Ronaldo hevur 21 mál í 22 dystum í Serie A í ár - hann hevur fyri kortum skorað í 11 dystum á rað í fremstu italiensku deildini og harvið javnað metið - tó við fleiri málum enn teir undanfarnu við metinum (Mynd: EPA)
Ronaldo hevur verið ein lykleikari í seks meistarheitum í trimum ymiskum londum: Trý við United, tvey við Real og eitt við Juventus. Champions League er onkutíð kallað "hansara kapping": Fýra slík steyp við Real Madrid og eitt við United - Ronaldo hevur skorað fýra mál í hesum finalunum umframt eitt avgerandi brotsspark móti Atletico Madrid í brotssparkskappingini í 2016.
Nummar fimm hjá Ronaldo í størstu kappingini fyri lið kom í hús í Kiev móti Liverpool í 2018 (Mynd: EPA)
Á landsliðnum hevur Ronaldo spælt 164 dystir og skorað 99 mál (bæði met fyri Potugal) Hann vann EM 2016 og Nations League í fjør. Fimm ferðir hevur Ronaldo tikið ímóti Balon d'or steypinum.
Fótbóltur
Juventus tók oddasessin - dystur nummar 1000 hjá Ronalado
Aaron Ramsey var við í báðum málunum, tá Inter varð meira ella minni sett av í oddastríðnum. Hetta var dystur nummar 1000 hjá Cristiano Ronaldo á hansara glæsiligu yrkisleið.
Pablo Dybala økti um munin í 2. hálvleiki < eftir upplegg frá Ramsey (Mynd: EPA)
2020-03-09 17:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald